Í farnu viku var aðalfundur í Føroya Prentsmiðjufelag har nevndarval var á skránni.
Frammanundan var nevndin mannað við Jon Hestoy, formaður, Gunvá við Keldu, næstforkvinna, Christian Nagata, nevndarlimur, og Eiriki Lindenskov, nevndarlimi.
Fyri vali hesaferð stóðu Gunvá við Keldu og Christian Nagata, og vóru bæði afturvald. Nevndin gjørdi eisini skjótt av, og avgjørdi at halda fram óbroytt.
- í formansfrásøgn felagsins segði formaðurin, Jon Hestoy, at hóast tað framhaldandi er strævið at virka í hesi vinnugreinini, so gongur tað tó nakað betri, og tað sær út til at lýsna nakað. Avbjóðingar eru tó fyri framman, nú føroyska samfelagið gerst alt meira talgilt. Eisini tók formaðurin aftur í gongdina í seinastu sáttmálasamráðingum við Grafiska Yrkisfelagið, sum samanumtikið gingu væl, skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu.