Jón Krabbe og fólkatingsvalið

Í 1918 gjørdist Ísland sjálvstøðugt ríki, men í kongsfelagsskapi við Danamark

Í 1918 gjørdist Ísland sjálvstøðugt ríki, men í kongsfelagsskapi við Danamark. Samstundis varð gjørd lóg ella sáttmáli, ið ásetti, at hesin kongsfelagsskapur kundi uppsigast einvíst av báðum pørtum, nær tað skuldi vera. Í 1944 segði Ísland ríkjafelagsskapin við Danmark upp.

Politiska stríð íslendinga fyri politiskum frælsi var mangan beiskt, men við og við skilti Danmark, at soleiðis mátti tað blíva. Rætt er tað, at danir vórðu trýstir til at geva eftir, men kjarnin í málinum er, at innast inni skiltu teir, hví Ísland mátti verða sjálvstøðugt.

Ein persónur átti ein heilt serligan leiklut í hesi gongd. Hann æt Jón Krabbe, og alla fyrru helvt av hesari øldini arbeiddi hann í danskari tænastu, ? frá 1899 til 1953. Hans Jacob Debes fortelur okkum í síni Íslands-søgu, at Jón Krabbe var løgfrøðingur og hagfrøðingur; mamman var íslendsk og pápin dani. Í 1899 fekk hann starv sum hjálparmaður á íslendsku stjórnardeildini í Keypmannahavn; fimm ár seinni gjørdist hann skrivstovustjóri á íslendsku stjórnarskrivstovuni í danska høvuðsstaðnum. Í 1918 ? í samband við íslendska fullveldið ? gjørdist hann umboðsmaður Íslands í danska uttanríkisráðnum.

Sostatt var hann fremsti álitismaður íslendinga í Keypmannahavn í meira enn hálva øld og staddur beint har, sum politisku avgerðirnar vórð tiknar. Tann leikluturin, sum Jón Krabbe hevði í royndunum at fáa eina virðiliga loysn millum londini, kann ikki yvirmetast. Eftirsum Jón Krabbe var framstandandi embætismaður, so var hann sum vera man lítið frammi alment. Men sum bæði íslendingur og dani, so skilti hann báðar partar fullvæl, og kundi tí byggja brúgv at fáa teir at skilja hvønnannan. Tá ið íslendsk mál hava verið frammi í donskum ráðharrastovum, so hevur Jón Krabbe kunnað givið danska ráðharranum og embætismonnum hansara sakliga og sannførandi upplýsingar um íslendsk viðurskifti. Tað hevur óivað gjørt munin í mongum føri, og hevur verið til at fáa danir skilja íslendingar og sostatt eisini verið við til at snara danska Íslands-politikkinum.

Jón Krabbe ? hendan íholdanin av norðurlendskum dialogi ? er farin, og hann hevur einki við fólkatingsvalið at gera. Søgan um Jón Krabbe er lærurík kortini. Eitt føroyskt fólkatingsumboð verður ongantíð mitt í maktdeplinum sum Jón Krabbe; men eitt fólkatingsumboð hevur allar møguleikar at koma á tal við danskar ráðharrar, floksleiðarar og aðrar fólkatingspolitikkkarar umframt danskar embætismenn. Tað eru hesir, ið taka politisku avgerðirnar í Danmark, og tí eiga vit at upplýsa teir alt tað, ið vit kunna.

Sakliga og gjølla!

Tað fer eitt tjóðveldisumboð at síggja til.