Jónas Tór Næs er millum teir mest stabilu spælararnar á tí føroyska landsliðnum, og sambært stóru íslendsku bløðunum, Fréttablaðnum og Vísir, so er Jónas eisini millum teir mest stabilu spælararnar hjá íslendska høvuðsstaðarfelagnum, Vali.
Ítróttarskrivararnir hjá Fréttablaðnum og Vísir hava givið spælarunum, sum hava verið í leikum í Pepsideildini, sum er fremsta íslendska fótbóltsdeildin ummæli gjøgnum kappingarárið. Nú hava teir so roknað seg fram til hvørjir teir fimm fremstu spælararnir eru hjá hvørjum einsæris liði. Treytin fyri at koma á topp-5 listan er tó, at ein spælari hevur spælt minst 14 av teimum 22 dystunum á sínum liði.
Íslendska pepsideildin hevur 12 lið, sum møtast heima og úti, og hevur sostatt 22 umfør, sum verða avgreidd skjótt uttan steðg frá fyrst í mai til fyrst í oktober.
Ítróttarskrivararnir hjá Fréttablaðnum og Vísir hava roknað seg fram til, at topp-5 listin hjá Vali sær soleiðis út:
Haukur Páll Sigurðsson 6,44
Fjalar Þorgeirsson 5,89
Magnús Már Lúðvíksson 5,82
Jónas Tór Næs 5,75
Kristinn Freyr Sigurðsson 5,68
Sum sæst so manglar lítið í, at Jónas Tór Næs hevði verið tann við tí næstbesta avrikinum hjá Vali hetta kappingarárið.
In.fo ynskir Jónasi hjartaliga tillukku við avrikinum. Pepsideildin er klekingarardeildin hjá spælarunum á tí íslendska fótbóltslandsliðnum, sum er á gáttini at kvalifisera seg til at skula spæla tveir play off dystir í november um rættin at sleppa at spæla í HM-endaspælinum í Brasil komandi summar.
Breiðablik gjørdi vart við seg í Europa League kvalifikasjónini fyrr í summar, og FH gav eisini sterka mótstøðu í Champions League kvalifikasjónini.
Íslendska pepsideildin er nummar 40 í Evropa, meðan okkara egna effodeild er nummar 51 av teimum 54 fótbóltsdeildunum á UEFA Ranking listanum. Tað eru bara felagsliðini úr San Marino og Andorra, og fyribils Gibraltar, sum hava verri avrik enn okkara felagslið í Champions League og Europa League undankappingum.