Jonas Molinder framførir í Café Natúr

Svenska íkastið á AME-Føroyar framførdi í Norðurlandahúsinum í gjár. Í kvøld kl. 20 fer fløgu aktuelli sviin at undirhalda við sínum egnu løgum á Café Natúr.

Jonas Molinder hevur saman við Molinderband givið 3 EP fløgur út: Soul in me (2001), Life Spark (2003) og Kill Your Darlings (2004). Nú eru nøkur ár fráliðin síðan síðstu útgávu, hetta kemst m.a. av, at Jonas Molinder, helt steðg frá tónleiki í eitt ár, har hann leitaði eftir nýggjum íblástri. Við endurfunnari spæligleði stovnaði hann egið plátufelag, Tender Records. Eitt plátufelag har Jonas sjálvur stýrir síni tónlistarligu yrkisleið. Í hesum mánaðinum kemur fløgan In The Room With Fire, útgivin á nýggja felagnum. Jonas hevur í barnaárunum lurtað eftir nøvn sum Stevie Wonder, Sting, Louise Hoffsten og Phil Collins og sigur at íblásturin til handara tónleik kemur frá hesum.

Umframt Jonas Molinder spælir eisini Crawling Blue á Café Natúr.