Jónas og teir á fimta plássi

Í dag eydnaðist tað Vali at vinna 2-0 á útivølli ímóti ÍBV

Eftir at úrtøkan leingi hevur verið soltin, eydnaðist tað í dag Jónasi þór Næs og liðfeløgum hansara í Vali at vinna fulla úrtøku. Valur vann 2-0 á útivølli ímóti ÍBV.

Fyri aðru ferð í nítjan dagar var Valur í Vestmannaoyggjunum. 1. september vóru líkindini so mikið vánalig, at tað bar ikki til at spæla fótbólt. Í dag var tað ikki so nógv frægari. Tað var strúkur í vindi, og tað regnaði. Hásteins vøllurin er einki serligur, so vánirnar fyri góðum fótbóltsspæli vóru ikki góðar.

Valur legði seg framum í 11. minutti, og dygst undan steðginum varð sigurin staðfestur. Sum tað leið fram ímóti dystarenda, so royndi heimaliðið at trýsta. Serliga var tað eftir at Haukur Páll Sigurðsson seks minuttir undan dystarenda varð vístur av vøllinum og Valur harvið var undirmannað.

 Fyrr í summar, tá ið ÍBV spældi ímóti HB, sást væl, at teir í oyggjunum ikki eru serli ga hugflogsríkir í álopsspælinum, og at tað gongst teimum illa at skjóta mál. Soleiðis var tað eisini í dag.

Jónas þór Næs var aftur í dag á høgra vongverja allan dystin á tamb. Í ÍBV málinum stóð fyrrverandi eingilski landsliðsmálverjin David James. Har var hann bara í 1. hálvleiki, tí eftir steðgin  loysti annar málverji hann av. Eftir sigurin í oyggjunum í dag er Valur á fimta plássi.

Ein annar dystur í bestu íslendsku deildini var á skránni í dag. Breiðablik vann 3-0 á heimavølli ímóti oddaliðnum KR. Um KR hevði vunnið í Kópavági í dag, so var meistaraheitið innanborða. Nú varð fagnaðurin um meistaraheitið útsettur – fyribils í hvussu so er.

Longu sunnudagin skulu Jónas og teir aftur royna seg. Tá verður tað á heimavøllinum á Líðarenda í grannauppgerð ímóti oddaliðnum KR.