Jonas og teir eyðmýktu B36

Heilt óvæntað var tað, tá ið AB við sigri í Gundadali í kvøld lyfti seg upp á sætta plássið

Eitt av teimum mest óvæntaðu úrslitunum higartil í ár og kanska tað mest óvæntaða var tað, tá ið AB í kvøld vann 2-1 ímóti B36.

 

AB fór í Gundadal við tungum viðføri. Týskvøldið í síðstu viku legði venjarin frá sær, og í kvøld var hvørgin av teimum, sum hava verið hjálparvenjarar hjá Sámal Erik Hentze á listanum.

 

Ítróttarstjórin á Argjum Jonas Dal Andersen hevði ábyrgdina av liðnum, og tað bæði sást og hoyrdist, at argjamenn vóru ikki komnir í Gundadal fyri at leggja seg niður og verða flongdir av B36.

 

Meðan heimamenninir vóru dølskir og lítið avgjørdir og ágangandi, so løgdu gestirnir fyri við tí greiða hugburði, at tað væl kundi bera til at vinna stig og sigur ímóti B36.

 

AB hevði fleiri royndir ímóti og framvið mótstøðumálinum, enn heimaliðið hevði, og tá ið eitt lítið korter var farið, hevði Agustin Marsico gyltan møguleika at seta hol á, men tað miseydnaðist.

 

Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst. Beinanvegin eftir steðgin var Agustin Marsico aftur upp á spæl, og tá endaði kiksað støða hjá heimaverjuni við, at Robbie Azodo legði AB á odda. 

 

B36 hevði í 40 minuttir møguleika at rætta upp á tingini og vísa, at tað bar til at avrika frægari, enn heimaliðið hevði gjørt í fyrra hálvleiki. Men tað var AB, sum helt fram, og eitt stórt korter undan leikloki hevði Agustin Marsico góðan møguleika at økja um leiðsluna.

 

Tað eyndaðist ikki, og tá ið Brian Jakobsen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, átta minuttir undan javnleiki javnaði til 1-1, kendist møguleikin vera fyri, at tað fór at eydnast B36 at sleppa úr tronganum við øllum stigunum, hóast avrikið avgjørt ikki var nakað at rópa hurrá fyri.

 

Soleiðis tørnaði tað tó ikki út. Tveir minuttir, áðrenn vanliga leiktíðin var farin, varð Agustin Marsico aftur upp á spæl. Uppleggið átti Karl Dreier Leth, sum aftur í dag var eyðsýndur.

 

-Vit eru fegnir um sigurin, og avrikið var soleiðis, at vit áttu at havt lagt okkum á odda bæði 2-0 og 3-0, áðrenn B36 svaraði aftur og javnaði til 1-1. Nú kostaði tað tíbetur einki, at vit misbrúktu fleiri møguleikar. Talan var um framúr liðavrik, og tá ið havt verður í huga, hvussu turbolent henda vikan hevur verið, so eru vit so sera væl nøgdir, og hetta avrikið og sigurin ber mót við sær um, at tað fer at bera til hjá okkum, sigur Karl Dreier Leth.

 

B36 venjarin Dan Brimsvík er vónbrotin:

 

-Vit avrikaðu als ikki tað, sum vit hava víst síðstu ferðirnar, og tað er neyðugt við heilt øðrum hugburði, um vit skulu hugsa um at røkka frægari úrslitið hósdagin ímóti HB. Men so skal eisini leggjast aftrat, at AB eigur rós fyri avrikið, sum argjamenn vístu í kvøld, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

 

 

B36 – AB 1-2 (0-0)

 

0-1: Robbie Arzodo 50.

 

1-1: Brian Jakobsen 82.

 

1-2: Agustin Marsico 88.

 

Dómari: Rúni Gaaardbo

 

B36 – AB 1-2 (0-0)

 

0-1: Robbie Arzodo 50.

 

1-1: Brian Jakobsen 82.

 

1-2: Agustin Marsico 88.

 

Dómari: Rúni Gaaardbo

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Lars S. Enevoldsen, Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Ragnar Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen – Martin Agnarsson, Michal Przybylski, Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov

 

AB: Rasmus Jepsen-Jacob – Jákup Pauli Breckmann, Erik MCCue, Onni Tihonen, Michael Alexander Smith – Marius Kryger Lindh, Ragnar Skála, Robbie Azodo, Teitur D. Olsen – Karl Dreier Leth, Agustin Marsico