EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við landsliðsverjuleikaran. Sambært heimasíðu felagsins er talan um ein tveyára sáttmála.
Jónas Þór Næs hevur spælt við íslendska Vali síðani 2011. Áðrenn tað hevur hann umboðað BK Frem, Køge BK og Fremad Amager. Í Føroyum hevur Jónas umboðað AB, NSÍ og B36.
Jónas Þór Næs er skrásettur fyri 36 A-landsdystir, og hevur fyri tað mesta spælt høgri bakkur.
Jónas Þór Næs er næsti landsliðsleikarin, ið EB/Streymur hevur knýtt at hópinum, síðani kappingin endaði. Fyri tíð boðaði felagið nevniliga frá, at Pól Jóhannus Justinussen eisini verður at síggja hjá felagsliðnum.
Hinvegin hevur felagið eisini mist tveir leikarar, tí bæði Pætur Dam Jacobsen og Levi Hansen hava takkað fyri seg í EB/Streymi.
Umframt at hava knýtt Jónas og Pól Jóhannus at hópinum, hevur felagið eisini longt sáttmálan við týðandi leikarar sum Gunnar Zachariassen, Arnar Dam, Rógvi Egilstoft Nielsen og Gert Hansen.