Jónas veit alt um James Bond

10 ára gamli Jónas setir Rás2 vertin upp á pláss, tá ið hann svarar spurningum um James Bond

10 ára gamli Jónas Lindenskov Schiller er James Bond fjeppari, og hann veit eisini eina rúgvu um 007.


Eftir skúlatíð í dag kom Jónas á vitjan hjá Rás2, har hann greiddi frá um áhugan fyri James Bond filmunum.

Eisini skuldi Jónas til próvtøku í James Bond. Hoyr í ljóðfílinum undir myndini, hvussu tað gekk, tá Jónas skuldi svara einari rúgvu av spurningum um Bond-filmarnar.