Jonelisa Rasmussen 60 ár

Fríggjadagin 26. august fylti Jonelisa Rasmussen í Klaksvík 60 ár. Føðingardagurin varð hildin í hugnaliga heiminum hjá henni og Kristiani Martin, sum er á Brekku.

Jonelisa er ættað úr Vági. Foreldrini vóru Nicolina Niclassen, sum var ættað úr Sørvági, og Poul Joensen, sum var ættaður av Tvøroyri. Tey hittust í Vági, har tað tá var nógv virksemi. Hon var komin suður at arbeiða í fiski, og hann sigldi við skipum úr Vági.
Nicolina og Poul bygdu í Lágabø omanfyri bedingina. Tey fingu fimm børn: Poula Hammer í Vági, Eyðálvur Joensen í Svínáum, Jonelisa, Jonitta Odgård í Roskilde og Magnus Joensen, sum býr í Vági.
Seytjan ára gomul flutti Jonelisa úr Vági og til Havnar. Har var hon á Hotel Hafnia og í matstovuni, sum Jógvan Danielsen hevði í Dr. Jacobsensgøtu. Í 1964 fór hon á forskúla fyri at kvalifisera seg at læra til sjúkrasystir. Hon var útbúgvin sjúkrasystir í 1968.
Eftir útbúgvingina flutti Jonelisa til Klaksvíkar, og har hevur hon búð síðani. Forskúlin til sjúkrasystir var á Háskúlanum. Har hitti hon Kristian Martin Rasmussen, sum gekk á háskúla at fyrireika seg til at fara á skiparaskúla. Tey bæði giftust í 1966.
Fyrstu árini, eftir at hon var komin til Klaksvíkar, arbeiddi Jonelisa ikki so nógv sum sjúkrasystir. Hon var heima og ansaði húsi og familju, meðan Kristian Martin fyri tað mesta var burturi. Fyrst við Borðoyarnesi og síðani við Christiani í Grótinum. Hann, sum roynir at reka skip, samskiftir við nógv fólk. Tá er hugaligt at hava opið og fjálgt heim at leita til, og ferðslan hevur altíð verið nógv og blíðsskapurin stórur inni hjá Jonelisu, sum er sera fyrikomandi og dugir væl at fara við fólki, og sum hevur stuðlað manni og synum dyggiliga.
Jonelisa og Kristian Martin eiga tríggjar synir - Jón, Eyðun og Bogi. Teir eru allir uppi í virkseminum hjá felagnum, sum eigur Christian í Grótinum og Norðborg. Jón er giftur Monu, Eyðun er giftur Lydiu, og Bogi er giftur Tinu. Sonarkonirnar eru allar ættaðar úr Klaksvík.
Eftir at dreingirnir komu til, arbeiddi Jonelisa sum sjúkrasystir. Hon var avloysari á eitt nú Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Røktarheiminum. Í 1992 fór hon í starv hjá Heimarøktini, og har var hon, inntil hon fyrr í ár segði seg úr starvinum. Umframt at taka sær av heiminum og at vera stuðul í reiðarínum, nýtir Jonelisa ikki so lítið av tíð saman við teimum átta ommubørnunum - fýra dreingjum og fýra gentum.