Jónhard aftur á Skála

Jónhard Frederiksberg skiftir úr NSÍ til Skála, sum av álvara brynjar seg til Effodeildina.

Skála er í holt við at brynja seg til tilveruna í Effodeildini. Fyrr í vikuni gjørdi felagið sáttmála við Fritleif í Lambanum, og í kvøld verður boðað frá, at Jónhard Frederiksberg eisini hevur gjørt sáttmála.


Hann skiftir úr NSÍ og hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. 35 ára gamli Jónhard Frederiksberg skiftir harvið aftur til barndómsfelagið, har hann í vaksnamannafótbólti hevur spælt níggju kappingarár og hevur skotið 53 mál.


Jónhard Frederiksberg hevur sambært Faroesoccer spælt 28 dystir fyri NSÍ hetta kappingarárið, og í teimum hevur hann skotið seks mál. Tað er tað mesta hann hevur skotið síðani meistaraárið við NSÍ í 2007, tá ið hann skeyt sjey mál.