Tað verður Jónhild Rasmussen, sum umsita Nýskapanarhúsið, Hugskotið.
Tað hevur býrið nú gjørt av.
Hon skal umsita nýggja húsið til íverksetarar, sum hevur til endamáls at kveikja hugin hjá fólki at bróta upp úr nýggjum og skapa nýggjar vinnuvegir í Tórshavnar kommunu.
- Jónhild Rasmussen er 43 ára gomul, hevur lisið marknaðarbúskap og kemur úr einum starvi sum marknaðarstjóri hjá Føroya Tele.
- Hon hevur hollar royndir innan leiðslu, marknaðarførslu og vørumenning. Haraftrat hevur hon drúgvar royndir við at seta nýggjar vørur og tænastur í verk og at fylgja teimum til tær eru klárar at selja á marknaðinum.
Jónhild hevur starvast hjá Føroya Tele seinastu 15 árini, nú hon fer at umsita Nýskapanarhúsið Hugskotið.
Endamálið við húsinum er at seta íverksetin á breddan og at halda góðum hugskotum til, soleiðis at nýggjar vinnur kunnu taka seg upp.
Nýskapanarhúsið Hugskotið fer at halda til í Niels Winthers gøtu 5 í miðbýnum í Havn og Jónhild byrjar í starvinum 1. apríl, sigur býráðið.
|