Jonn var tvífaldur málskjútti

U-21 landsliðið: Hóast føroyingar allan seinna hálvleik vóru 11 ímóti 10, so var tað ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, at tað eydnaðist at fáa nyttu úr yvirvágini

Jonn Johannesen, sum her sæst saman við liðformanninum Stefan Radosavljevic, skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum ímóti Armenia

Jonn Johannesen, sum her sæst saman við liðformanninum Stefan Radosavljevic, skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum ímóti Armenia

Tað endaði 2-0, tá ið U-21 landsliðið í kvøld var á heimavølli ímóti Armenia í EM undankappingardysti. Hetta var fyrsti dystur í nýggju undankappingini.

 

Tvífaldur málskjútti var Jonn Johannesen úr KÍ. Hann var fremsti maður í 4-5-1 spælskipan. Á miðvøllinum var Magnus Holm Jacobsen sera eyðsýndur.

 

Fyrra málið stútaði hann eftir horna úr vinstru, sum liðformaðurin Stefan Radosavljevic tók sær av. Tað var í 68. minutti, og seinna málið skoraði hann, tá ið tað restaðu seks minuttir. Jonn var fyrstur á returbólti, eftir at innskifti Steffan A. Løkin hevði roynt seg.

 

Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyar vinna landsdyst, og tað verður fegnast um annan landsliðssigurin í tveir dagar. Í kvøld var talan var um óstøðugt avrik, og í fyrra hálvleiki var fleiri ferðir talan um mistøk í uppspælinum, sum bóru møguleikarnar til mótstøðumenninar við sær.

 

Eftir at Føroyar høvdu lagt seg á odda 1-0, skinklaði tað eina løtu, tá ið Armenia hevði málmøguleika.

 

Men so var tað, at Jonn Johannesen staðfesti sigurin. At hava álopsspælara, ið av álvara hevur máltev vísti seg aftur í kvøld at vera týdningarmikið.

 

Føroyar vunnu 2-0, og harvið sær tað enn einaferð spennandi út hjá Sámal Erik Hentze og U-21 landsliðnum, sum fleiri ferðir áður hevur megnað góð úrslit.

 

 

 

Føroyar – Armenia 2-0 (0-0)

 

U-21 EM undankapping

 

Týsdagin 8. juni 2021 kl. 17.30

 

1-0: Jonn Johannesen 68.

 

2-0: Jonn Johannesen 84.

 

Dómari: Robert Ian Jenkins úr Wales

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur – Hanus Sørensen, Middelfart BK, Samuel Johansen Chukwudi, HB, Børge Petersen, KÍ, Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ – Símun Sólheim, EB/Streymur (Áki D. Samuelsen, HB, 58.), Magnus Holm Jacobsen, B36, Stefan Radosavljevic, HB, Noah Mneney, Víkingur (Steffan A. Løkin, 82./ Ingi Jonhardsson, Víkingur, 87.), Lukas Giessing, HB – Jonn Johannesen, KÍ

 

Á beinkinum: Peter Bergmann Hansen, Middelfart BK, Bjarni Vitalis Mørk, HB, Mikkjal Hellisá, EB/Streymur, Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ, Áki Arge, EB/Streymur, Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF

 

Gult kort: Jonn Johannesen

 

Venjari: Sámal Erik Hentze

 

Jonn Johannesen, sum her sæst saman við liðformanninum Stefan Radosavljevic, skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum ímóti Armenia