Jórun Niclasen hevur verið ímyndin av námsfrøðiligu ráðgevingini í Klaksvíkar kommunu, líka síðan hon byrjaði.
- Fleiri røður vórðu hildnar, og øll lýstu Jórun sum ein fakligan vita, sum hevur bygt hetta økið upp til at vera ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðnum í kommununi.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu.
Við fráfaringarløtuna segði borgarstjórin, Karl Johansen, eisini nøkur orð.
- Við tínum dugnasemi hevur tú vegleitt og ráðgivið 100-tals familjum í býnum. Harumframt hevur tú undirvíst og stuðlað leiðarum, námsfrøðingum og hjálparfólkum í teirra dagliga arbeiði.
Borgarstjórin legði aftrat, at Jórun Niclasen veruliga hevur virkað fyri tí, sum hon visti var tað besta, børnum at frama.
Klaksvíkar kommuna ynskir Jórun blíðan byr og takkar fyri trúfasta og dygdargóða avrikið øll hesi árini.