Jose Mourinho fingið nýtt starv

Nú er ein mánaður liðin síðani portugisiski stjørnuvenjarin Jose Mourinho var koyrdur sum venjari hjá enska stórfelagnum Manchester United

Nú er ein mánaður liðin síðani portugisiski stjørnuvenjarin Jose Mourinho var koyrdur sum venjari hjá enska stórfelagnum Manchester United.

 

Nú hevur hann fingið nýtt starv.

 

Jose Mourinho hevur gjørt sum nógvir aðrir, og hevur valt eina minni krevjandi uppgávu. Mourinho fer nú at starvast sum fótbólts serfrøðingur hjá stóra ítróttar miðlinum Being Sports.

 

Fyrsta uppgáva hansara verður at greina dystirnar millum Saudi Arabia og Quatar og síðani Premier League stórdystin millum Arsenal og Chelsea. Enska blaðið The Times skrivar at hann fer at tjena 67.421 euro pr dyst, hetta svarar til eina góða hálva millión kr pr dyst.