José Mourinho leggur eftir hugburðinum hjá fleiri av yngru leikarunum og sigur at ov nógvir vilja verða ríkir longu áðrenn teir hava fingið royndir í Premier League
Hann heldur eisini at fleiri av leikarunum eru ov sjálvupptiknir og nevnir eitt dømi frá tíðini, tá hann var venjari hjá Real Madrid.
- Tað kom fleiri ferðir fyri at tað var kø frammanfyri speglinum í skiftirúminum hjá Real Madrid, meðan dómarin bíðaði í leikara tunlinum.
- Eg má tó bara viðurkenna at soleiðis er veruleikin. Eg eri 51 ár og havi ein øðrvísi hugburð enn fleiri av teimum í yngra ættarliðnum.
José Mourinho heldur at tað mangla typur sum Frank Lampard og John Terry, ið hóast nógvan mótgang til tíðir, allíkavæl eru komnir væl burturúr karrieruni. Serliga Frank Lampard hevði tað torført sum yngri, tá hann spældi við West Ham. Áskoðararnir ynsktu at hava hann á bonkinum, men seinni hevur tað víst seg at gjørt hann sterkari sum leikara.
José Mourinho sigur.
- Tað ræður um at finna tí røttu typuna av leikara. Finn tann dreingin sum vil skara framúr, og tann dreingin ið hevur størst stoltleika og passion fyri fótbóltinum.
- Dreymurin hjá tí dreinginum skal ikki vera at fáa eina millión meir ella eina millión minni. Dreymurin hjá honum skal vera at spæla á tí hægsta støðinum, at vinna kappingar, soleiðis at hann stendur eftir sum ríkur, tá karrieran hjá honum er liðug.
- Vit arbeiða hart í Chelsea fyri at ráðgeva teimum yngru leikarunum rætt. Vit fáa teir eldru leikararnar at ráðgeva teimum yngru, um hvussu man fær mest burturúr. Eg má eg nevna Frank Lampard og John Terry, ið hava ein fantastiskan vilja og vinnaramentalitet.
Keldan til greinina er spanska blaðið Esquire magazine.
Eru tit samd ella ósamd við José Mourinho?
Tit eru vælkomin at kjakast niðanfyri.