Á heiðursløtu fyri Josefinu Jacobsen, nú bókasavnið á Toftum hevur stívliga 50 ár á baki, nýtti borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, høvi at bera krumptappinum aftan fyri bókasavnið øll árini eina heilsan og takkarkvøðu. Tiltakið var skipað sum eitt hátíðarhald fyri bókasavninum og heiðursløta fyri Josefinu Jacobsen, sum hevur verið við frá byrjan.
Súni í Hjøllum vísti á, at tá bókasavnið hevði 50 ára stovningardag í 2019, var ætlanin at hátíðarhalda dagin, men av eini hvørji orsøk bar hetta ikki til. Ætlanin var so at hava tiltakið á vári í fjør, men korona forðaði fyri hesum. Men nú var so hátíðarhaldið, og her høvdu øll, sum vóru møtt eina hugnaliga løtu saman.
- Vit, sum fóru í skúla hin 18. august í 1962, upplivdu ikki at hava nakað veruligt bókasavn í barnaskúlanum. Men, vit minnast, at tað komu stórir trækassar úr Havn við postbátinum. Hesir kassar vóru eyðkendir, væl lakkeraðir og á tremur við bókum frá Landsbókasavninum.
Borgarstjórin segði, at verulig gongd at fyrireika bókasavnið kom hin 6. februar í 1968, tá stovningarskjal verður undirskrivað av Ernst Hansen, táverandi bygdaráðsformanni og Sverra Egholm, landsbókavørði.
- Kommunan setti stutt eftir eina bókasavnsnevnd. Í nevndina komu Johannes Follend, prestur á Nesi, Sørin E. Johannesen, arbeiðsmaður, Toftir, og Josefina Jacobsen, lærari, Toftir. Nevndin skipaði seg við Josefinu Jacobsen sum fyribils formanni. Uppgávan hjá nevndini var at gera fyrireikingararbeiðið til at lata upp eitt bókasavn.
Súni í Hjøllum segði, at á heysti í 1969 vóru fyrireikingarnar komnar undir land, og á fundi í bókasavnsnevndini, sum varð hildin hin 4. september í 1969, varð nevndin umskipað við Johannesi Follend sum formanni. Fyrsti útlánsdagur hjá bókasavninum var hin 18. september í 1969. Josefina Jacobsen varð sett sum bókavørður, og hon sat í hesum starvi í 20 ár.
- Tá Tofta skúli í 1981 varð útbygdur, fekk bókasavnið samstundis betri hølisumstøður. Eftir útbyggingina fór bókasavnið eisini at virka sum skúlabókasavn. Solveig Debess varð tá sett sum skúlabókavørður. Hon røkti starvið til 2007, tá Lis Gøthe í Jákupsstovu tók við. Seinastu tíðina hevur Lis havt farloyvi. Hesa tíðina hevur Anna Maria Olsen, lærari, verið bókavørður. Hon samstarvar við Hallfríð Hammer í Hjøllum, sum seinastu tíðina hevur havt bókasavnstímar fyri skúlan.
Í Tofta skúla, eins og nógva aðrastaðni, er fólkabókasavn og skúlabókasavn í einum.
- Sigast má, at tann kommunala bókasavnsnevndin hevur síðan stovnanina í 1969 havt sera trúgvar nevndarlimir, og Josefina Jacobsen hevur verið við síðan byrjan til nú á nýggjárinum 2020. Sørin Johannesen, sáli, sat í nevndini til ellisár, og til heilsan av álvara fór at bila. Sagt verður, at hann á sínum 90 ára føðingardegi var og lænti sær bók á bókasavninum!
Súni í Hjøllum vísti á, at Asbjørn Vang, lærari, kom í nevndin fyri Follend. Asbjørn var sostatt nevndarlimur í fleiri áratíggjur til fyri heilt fáum árum síðan, tá hann eisini var farin frá sum lærari. Jaspur Langgaard kom í nevndina fyri Asbjørn.
- Sjálvur sat eg í 2-3 ár fyri Solveig Debess, tá hon var flutt av landinum.
Á nýggjárinum bar Josefina seg undan at taka við afturvali, og nú er bókasavnsnevndin mannað soleiðis: Jaspur Langgaard, formaður, Høgni Hansen, bygdaráðslimur og Hallfríð Hammer í Hjøllum, lærara. Anna Maria Olsen er skrivari.
- Josefina Jacobsen er fødd hin 3. juli 1937 á Hellu á Toftum. Bæði foreldrini vóru av Toftum. Pápin, Axel Olsen, var ættaður Uppi á Regni. Mamman, Nanna, f. Højgaard, kom av Lakju. Sum nógvum kunnugt vóru foreldrini hjá Josefinu sera søgufróð. Tey vóru sera vitandi um alt, sum hevði við fólk, ættir og tað søguliga um bygdirnar her um leiðir at gera. Í mong ár skrivaði Nannu upp tað, hon visti, og partar av tí bleiv eisini brúkt, tá bygdasøgan Nes, Toftir og Saltnes varð skrivað fyri nøkrum árum síðan.
Borgarstjórin segði, at árini í 1970-unum og 1980-unum, tá hann plagdi at vera avloysari sum postboð fyri pápa sín, kom hann eg dagliga á gátt hjá Nannu og Axel Uppi á Hellu. Tey vóru altíð sera fyrikomandi og søgufróð. Tað var týðiligt, at tað lá teimum á hjarta, at tey yngru eisini skuldu koma at kenna søguna.
- Josefina traðkaði sínar barnaskógvar á Toftum. Hon hevur tí heilt frá barni av hoyrt foreldrini siga frá um søgu og søgn. Tí kunnu vit av sonnum siga, at hennara áhugi fyri bókmentum og søgu kemur ikki frá fremmandum.
Hon fór á Føroya Lærara skúla í 1956 og tók prógv í 1960. So vendi hon aftur til heimbygdina og starvaðist í Tofta skúla árini 1960-1997. Hon var eisini varaskúlastjóri skúlaárið 1986/1987 og skúlastjóri árini 1987 til 1997.
- Josefina hevði farloyvi skúlaárið 1963/1964, tá hon var vikarur á Langmarksskolen í Horsens. Men, tað var nú ikki av tilvild, at hon fór til Horsens. Josefina var trúlovað við Jørgin Jacobsen úr Søldarfirði. Jørgin las verkfrøði í Horsens, og hann skuldi um hetta mundið gera lesturin lidnan. Fyri Josefinu og Jørgin gjørdist uppihaldi í Horsens gleðiligt og hendingaríkt. Tey bæði blivu gift í Horsens hin 22. desember í 1963. Árið eftir, hin 19. oktoberi 1964, gjørdust tey foreldur á fyrsta sinni, tá Meinhard Jacobsen verður føddur.
Øll takkarkvøðan, sum Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bar fram á hátíðarløtuni fyri Josefinu Jacobsen og bókasavninum, kann lesast um heimasíðuna hjá Nes kommunu - www.nes.fo
##med2##