Joystick við kenslum

Við nýggja Force Feedback joystikkinum hjá Microsoft kennir ein veruliga, at ein er partur av spælinum

Telduspøl hava fingið eina nýggja dimensión. Fyrst komu myndirnar, síðani ljóðið, og nú ber til kroppsliga at kenna seg við í spælinum. Microsoft hava sum teir fyrstu á marknaðinum ment eitt joystick, sum fysiskt ber seg at í tráð við tað, ið hendir í spælinum. Til ber at kenna afturslagið frá eini maskinbyrsu í einum skjótispæli og kenna sentrifugalmegina tá ein fer fúkandi gjøgnum krøppu vegbendingarnar.

Sannførandi kenslur

Joystickið eitur Sidewinder Force Feedback Pro. Tveir motorar í joystickinum stýra rørslunum, og ein 25 MHz 16 bit prosessor syrgir fyri, at rørslurnar ikki verra grafikkin ella ljóðið í sjálvum spælinum. Samstundis hevur hann eina ROM goymslu, har 32 tær mest vanligu feedback-reaktiónirnar eru goymdar.

Maskinan reagerar við smáum rørslum, stoyti og við hvørt ristingum so sterkum, at borðið dansar. Og virkningurin kemur beinanvegin. Spøl við Force Feedback joysticki kennast nógv veruligari enn onnur spøl.

Okkara sansir eru jú tengdir saman. Tá bæði eygu, oyru og nú eisini hendur útsetast fyri eini so sterkari hvørvisjón, sum øll góð spøl eru, so lata vit okkum lættari draga upp á tráð og gloyma, at vit sita framman fyri eini teldu, og ikki í stýrihúsinum á einum Cessna flúgvara ella aftan rattið á einum Formel 1 bili.

Vansin við joystickinum ­ og tað er tað ­ er, at tað er stórt og at tað heldur gang. Ikki bert tá borðið ristist, men eisini tí tað hevur egnan kraftigan køliblásara.


Spøl á veg

Enn finnast ikki mong spøl í handlunum, har hetta joystickið kann nýtast, men tey koma. Fremstu spælframleiðarar taka undir við tøknini og hava longu lýsingar við meiri enn 40 feedback spølum, so undirhald fer ikki at skorta, um ein keypir sær hetta joystickið. Við keypinum fylgja serligar útgávur av Interstate 76, MDK og Shadows of the Empire. Einasta nýggja spælið, sum beinleiðis er gjørt til hetta joystickið, er tó nýggja Flight Simulator hjá Microsoft.