JT-Electric vann ársins innovatión

JT-electric vann Ársins Innovatión 2017.

 

Tað skrivar íverksetarahúsið á heimasíðu sínari.

Ársins Innovation 2017 verður latin fyri eina fóðurskipan, sum fyritøkan hevur ment.
Forritið stýrir øllum komponentunum so at fóðri verður transportera út til tann rætta ringin. Harumframt er tað eisini hetta forritið, sum fortelur alaranum hvussu nógv hann maksimalt kann koyra í hvønn ring í eitt givið tíðarskeið.

 

Øll skipanin er ment við tí nýggjastu tøknini í er til taks, og er forritið gjørt á ein hátt so tað er opið fyri øðrum skipanum. Eitt nú kann ein við
relativt lítlum broytingum levera eina ronkilsisfóðurskipan, so alarin kann halda styr á roknilsinum á sama hátt sum laksinum.

 

Fóðurskipanin er ment í tøttum samstarvi við teir føroysku alararnar.
Seinni í ár er skipanin í brúk hjá øllum alifeløgunum í Føroyum, og eftirspurningur er longu uttanlanda eftir skipanini. Fóðurskipanin er tað síðsta produktið sum manglaði í, fyri at kunna veita eitt komplet alibrúk ment og framleitt av feløgum í Fuglafirði.