Juanna Joensen verjur Ph.D ritgerð

Fríggjadagin 16. november 2007 verjur Juanna S. Joensen Ph.D ritgerð sína "Determinants and Consequences of Human Capital Investments" á Århus Universiteti.

Juanna er 28 ára gomul og av Tvøroyri. Hon hevur fingið fleiri virðislønir fyri sína

gransking og hevur fingið starv á einum av bestu búskaparskúlum í Evropa, Stokholm Universiteti.


Juanna fer at halda almennan fyrilestur í Miðlahúsinum 28. november við heitinum

"Íløgumentan - velja konufólk og búskapafrøðingar øðrvísi?".