Jubileumsvasin bergtekur enn

Vasarnir vóru skryktir burtur, tá Kähler setti nakrar serligar jubileumsvasar til sølu summarið 2014.

 

So væl umtóktur var vasin í Danmark, at tá hann var útseldur í handlunum niðri, ringdu fólk til handlarnar í Føroyum fyri at vita, um nakar var eftir her. Nøkur gjørdu sær dælt av støðuni og seldu sínar vasar aftur, tó til okursprís. Fleiri vóru at síggja til sølu fyri tvífalt tað, teir vóru keyptir fyri, meðan onkur heilt nasvísur vildi hava 4.900 krónur fyri vasan.

 

Síðani er vorðið nakað kvirrari um jubileumsvasin, men í kvøld er fest í aftur.

 

Ein slíkur er settur til sølu á Facebook og eyðsæð er, at áhugin fyri vasanum enn er stórur. Prísurin var um 350, 400 krónur, tá vasin var til sølu, men nú ein óútpakkaður vasi er settur til sølu, er minsti prísur settur at vera 500 krónur. Fleiri eru, sum eru ørg um, at onkur vil selja vasan fyri yvirprís, men onnur eru, sum gjarna vilja hava vasan. Tískil er hægsta boð í skrivandi løtu 1.000 krónur.

 

Jú, Kähler jubileumsvasin bergtekur enn.