Judas býr ikki í Eysturoynni!

 Í samband við mis­eydnaða formansvalið hjá Johan Dahl er nógv komið fram, sum ikki er í tráð við veruleikan. Eitt nú ein analysa hjá útvarpinum, har Sam­hald verður lagt undir ikki at atkvøða, sum lovað, skrivar Johan Petersen

Johan Petersen


Í tíðindasendingini í út­varp­inum týskvøldið 28.03. ger útvarpsmaðurin Dia Midjord eina analysu av, hvussu at­kvøðurnar til formansvalið hjá Sambandsflokkinum sein­asta vikuskifti fullu.
Í hesi analysuni kemur út­varpsmaðurin fram til, at sambandsfelagið í Eystur­oynni, Samhald var tvíbýtt, men tá ið avtornaði, var ong­in atkvøða til Johan Dahl.

Ikki spurd
Hvussu tað skal lata seg gera, at gera eina analysu av einum vali, sum fer fram skrivliga, má vera sera trup­ult. Og tá serstakliga, tá ið tú ikki eingang spyrt teir ella tey, sum hava luttikið í valinum!
Útvarpsmaðurin hevur rætt í, at Samhald var tví­býtt í síni støðu til hvørt av val­evnunum atkvøðast skuldi fyri. Nevndin í Samhald tel­ur ikki færri enn 13 limir, men felagið hevur sum øll hini lokalfeløgini bert 5 atkvøður á landsfundi Sam­bandsfloksins. Tessvegna hava vit, tá ið veljast skal á landsfundi, eina undanat­kvøðugreiðslu, har 13 at­kvøður verða kókaðar nið­ur í fimm eftir vanligum regl­um.
So einfalt var tað
Hetta gjørdu vit eisini hesa­ferð og var útfallið 3 og 2. Teir fimm nevndarlimirnir, sum fingu til uppgávu at atkvøða, atkvøddu sam­svarandi hesi avtalu  ann­að formansvalevnið fekk 3 atkvøður og hitt 2. At­kvøðu­seðlarnir blivu heilt einfalt lagdir fram á borðið og góð­tiknir av øllum fimm. So ein­falt var tað!!
Útvarpsmaðurin er kunn­að­ur um hetta, men hev­ur í skrivandi løtu ikki rætt­að ósonnu analysuna og mis­tonkiliggeringina av Sam­haldi.

Valið skuldi vera í sátt
og semju
Viðskurður Johan Dahls eftir formansvalið kom óvart á, serliga tí, at viðhaldsmenn hansara høvdu gjørt vart við, at bæði formansvalevnini høvdu avtalað, at valið skuldi fara fram í sátt og semju. Men kanska var tað líka gott, at útfallið av valinum bleiv so sum tað bleiv við slíkum atburði.

Størst av øllum er
at vinna á sær sjálvum
Størst av øllum er at vinna á sær sjálvum. Tað gjørdi Jóannes Eidesgaard bæði tá ið hann tapti formansvalið móti Maritu Petersen og tá ið hann eftir óhepnu hendingina fyri opnum skermi legði kort­ini á borðið. Tað var stórt. Og tí kann hann í dag sita sum løgmaður!
Eisini Edmund Joensen vísti format, tá ið hann sum sitandi formaður tapti móti Lisbeth Petersen. Hann smekk­aði ikki við hurð­un­um, og tí kann hann í dag sita sum einmælt valdur løg­tingsformaður!
Um Johan Dahl hevur sama format, fer so tíðin at vísa. Enn er ikki ov seint.