Judith Durham úr The Seekers er deyð

Ein kendastu og best dámdu tónleikarum úr Avstralia, Judith Durham, sum var sangari í The Seekers, er deyð 79 ára gomul

 

Avstralska songkvinnan Judith Durham er deyð. Tað upplýsti landsins mentamálaráðharri, Tony Burke, í gjár sambært AFP.

Hon gjørdist 79 ára gomul og er serliga kend fyri at hava staðið á odda í 60-arabólkinum The Seekers.

Judith Durham var fødd í 1943 í Melbourne, og vit minnast hana best fyri hittið »Georgy Girl«. Harumframt hevur hon arbeitt saman við Paul Simon.

 

##med2##

Songkvinnan doyði leygarnáttina á sjúkrahúsi, har hon lá eitt stutt skifti vegna eina kroniska lungnasjúku, sigur plátufelagið Universal sambært avstralska miðlinum ABC.

Sum partur av The Seekers var Durham ein av fyrstu úr Avstralia sum fekk altjóða gjøgnumbrot.

 

##med3##

Bólkurin lá í 1964 sum nummar eitt á hittlistum bæði í Bretlandi og Avstralia við sanginum »I'll Never Find Another You«, sum varð tikið upp í kenda Abbe Roads Studios í London, sum var kent sum heimavøllur hjá The Beatels.

 

##med4##

Við fyrstu trimum útgávum teirra eydnaðist tað tí annars ókenda bólkinum úr Melbourne at vinna á The Beatles og gerast nummar eitt á hittlistanum.

Eisini á amerikonsku topplistum kláraðu The Seekers seg væl. Ein marknaður, sum annars var kendur fyri at vera trupul hjá avstralskum tónleikarum.

Í 1968 fór Judith Durham úr bólkinum fyri at fara undir eina solokarrieru. Tann fráboðanin gav ein stóran hvøkk.

 

##med5##

Frá hinum í bólkinum, Keith Potger, Bruce Woodley og Athol Guy verður sagt, at teir hava mist teirr høgt elskaða »vin og lýsandi stjørnu« eftir longri sjúkralegur.

– Hon striddist áhaldandi og og sum ein hetja. Ongantíð gramdi hon seg um lagnuna og góðtók í øllum lutum ta niðurstøðuna, siga teir sambært The Guardian.

/ritzau/

 

##med6##

 

Keith Potger og Athol Guy úr The Seekers kissa Judith Durham á kjálkan, tá hon hátíðarhelt 70 ára føðingardagin