Hóast Jukim størsta partin av lívinum hevur búð í Havnini, so ivast eingin í, sum hoyrir hann, at Jukim er svínoyingur. Bæði í talumáta, málburði og hugsan. Hann eigur hús í Svínoy, og har vitjar hann framvegis ikki so sjáldan.
Foreldrini vóru Jógvan Olsen ella Jógvan á Geilini, sum hann varð nevndur, og Elsebeth Malena Justinussen Uppi í Húsi í Svínoy. Jukim er yngstur av fýra brøðrum. Hinir vóru Petur, Olivur og Esbern. Pedda og Esbern, sum báðir búðu í Svínoy, eru farnir, Olivur býr í Klaksvík, og Jukim býr í Havnini. Hann giftist 7. september 1957 við Elsebeth, sum var næstyngst av fýra børnum hjá Ellu og Andrew Sloan. Elsebeth hevði havt fylt 68 12. oktober, sum hon doyði 25. september í 2000. Tað var stórur smeitur hjá Jukim at missa konuna. Men hann hevur eisini hesi seinastu árini verið virkin og glett seg í og saman við familjuni og øllum vinunum, sum hann eigur. Elsebeth og Jukim fingu trý børn: Elin, Jógvan og Katrin. Tær báðar búgva í Havnini, og Jógvan býr í Svínoy.
Undir krígnum luttók Jukim í vanliga bygdarlívinum í bø, haga og á floti. Hann hevði m. a. eitt skifti ábyrgdina av at útflýggja agn úr íshúsinum, sum útróðrarmenninir í Svínoy høvdu bygt.
Í 1946 fór Jukim til skips. Fyrstu fimm árini sigldi hann við Bjørgvin, sum Julius á Syrðadalið átti. Hjalmar á Syrðadali var skipari, og beiggi hansara Símun og Petur í Fugloy, sum teir róptu hann, vóru bestimenn. Í 1952 var hann aftur við syðradalsmonnum, sum hann altíð síðani hevur kent væl og hildið nógv av. Tá var hann við Gudrun, sum Vilhelm á Syðradali førdi.
Polo var fram um øll hini skipið hjá svínoyingum. Síðsta árið hjá Símuni hjá Póli sum skipara og Edvardi hjá Símuni Júst sum bestamanni var í 1951. Hetta árið var Jukim við Polo. Hann plagar at taka til, hvussu hugaligt tað var hetta summarið at rógva út við Killaranum í Íslandi og at hava Edvard og Pedda úti á Hædd sum bátsfelagar.
Veturin 1946-47 var Jukim á Háskúlanum. Í 1952 fór hann til Svøríkis á Kungalv háskúlan. Jóannes av Skarði var nevndarlimur í hesum skúlanum. Hann uppmuntraði Jukim at fara til Svøríkis, og Jukim tosar framvegis um góðu mánaðirnar, sum hann hevði har yviri. Har víðkaðist sjónarringurin nógv. Hann lærdi norðurlendsk mál og mentan, og har fann hann vinir fyri lívið. Tey hava framvegis samband hvørt við annað, tey hava ofta verið saman, og tað er ikki longri síðani enn í summar, at Jukim saman við floksfeløgum frá fyri meiri enn hálvari øld síðani vitjaði í Hetlandi.
Áðrenn hann á heysti í 1955 fór á stýrimannaskúla, hevði Jukim siglt við norðmonnum og eisini við Norðlýsinum, sum Hanus hjá Amalju førdi. Tá ið hann í 1957 hevði lokið stýrimansprógv í Havnini, flutti familjan til Keypmannahavnar, har Jukim leyk skipsføraraprógv. Síðani sigldi hann í nøkur ár kring so at siga allan heimin við skipum hjá Lauritzen.
Jukim plagar at taka til, at hann var í Indiska havinum á veg til Kina, tá ið hann fekk telegramm frá konuni, sum segði honum frá kjansi við doktarabátinum Reyða Krossi. Hann kendi seg hava møguleika at fáa og missa, um hann so valdi at halda fram at sigla, ella um hann legðist heima og fór at sigla við doktarabátinum. Jukim valdi Reyða Kross, og tað angraði hann ongantíð. Saman við Martini Tórgarð og øðrum sigldi hann kring oyggjarnar í 1963 og fram til á sumri í 1964, tá ið hann fekk starv á Matrikulstovuni, har hann var í 32 ár.
Á Matrikulstovuni kom Jukim so at siga aftur til røturnar. Ogn og kongs, matrikulering og bonitetur og útskifting kendi hann væl til frá barna- og ungdómsárunum í Svínoy. Grannastevnur og útskifting fullu honum ræði. Jukim tók skeið í matrikulering og sum tekniskur assistentur, og hann treivst væl í arbeiðnum og saman við arbeiðsfeløgunum.
Søga og samfelag hava altíð havt Jukimsa serliga áhuga. Foreldrini vóru bæði fróðarfólk, tað vóru onnur í familjuni eisini, og Jukim sat undir og legði sær væl í geyma. Hann er ættkønur sum fáur, og at hann veit nógv um Svínoynna kom ikki minst til sjóndar, tá ið hann saman við Niels Juel Arge, sála, ferðaðist kring oynna og fleiri útvarpssendingar, sum væl høvdu tolt at verið sendar enn eina ferð, spurdust burturúr.
Í samkomuni í Ebenezer hevur Jukim verið trúfastur. Hann hevur altíð verið klárur at hava eitt orð, og tað er eingin endi á vitjanum í heimum, á sjúkrahúsum og røktarheimum og persónligar samrøður úti á vegnum og í telefonini, sum Jukim hevur kent og framvegis kennir sum sína serligu uppgávu at røkja.