- Eg geri mær ómak við øllum innlatingum og satsi altíð upp á topkarakterir. Og so royni eg at sita fremst í flokkinum, tí tá fær mann mest við.
Tað sigur 19 ára gamli Sigmundur Hannesarson úr Havn. Av øllum teimum mongu miðnámsnæmingunum, sum hava fingið prógv seinastu vikurnar, hevur hann besta prógvið við einum miðaltali á 10,9
- Eg plagi at fáa millum 10 og 13 í øllum lærugreinum. Tað er líka í føroyskum, at eg ikki klári meg so væl. Har havi eg onkuntíð fingið eitt 9-tal, sigur Sigmundur Hannesarson, sum fyri nøkrum døgum síðani fekk prógv sum støddfrøðiligur studentur. Eins og allar aðrar pisurnar gongur hann í hesum døgum errin runt við húgvuni, ið signalerar, at hann hevur gjøgnumført miðnámsútbúgvingina. Hann kann tó loyva sær at vera eitt vet meira errin enn øll hini. Sigmundur Hannesarson hevur besta prógvið í ár.
- Øll spyrja, hvat uppskriftin er til at fáa eitt so gott prógv. Eg kann ikki svara annað enn tað vanliga, mann plagar at hoyra frá øðrum, sum hava fingið høgar karakterir. Eg geri nógv við skúlan, sigur Sigmundur Hannesarson lítillátin.
Hevur verið strævið
Herfyri var Sigmundur Hannesarson til sína seinastu próvtøku á Studentaskúlanum í Hoydølum. Seinastu vikurnar hevur hann verið til fimm skrivligar og tríggjar munnligar próvtøkur, har úrslitið fyri tað mesta varð próvtalið 11 og 13. Soleiðis hava støðumetini eisini verið hesi trý árini, Sigmundur Hannesarson hevur gingið á støddfrøðiligu deild.
Hektiskar og strævnar. Soleiðis lýsir Sigmundur Hannesarson hesar seinastu vikurnar, hann hevur verið til próvtøkur.
- Eg havi ikki fingið nógvan svøvn. Onkrar dagar havi eg lisið líka til klokkan seks um morgunin, sovið ein tíma, og so til próvtøku, sigur Sigmundur Hannesarson, ið hevur fyrireikað seg væl til allar próvtøkurnar.
- Eg havi ikki fyrireikað meg eftir nøkrum ávísum leisti, men eg havi lisið øll evnini ígjøgnum og annars bara lisið, líka inn til eg havi havt eina kenslu av, at nú klári eg at svarað øllum tí, sum lærarin og sensor nú einaferð kunnu finna upp á at spyrja um undir próvtøkuni, fortelur Sigmundur Hannesarson.
Umframt at lesa nógv sjálvur hevur hann eisini til tíðir siti í bólki saman við flokksfeløgum og fyrireika seg.
Stjørnualisfrøði í Onglandi
Við einum miðaltalið á 10,9 eru møguleikarnir fyri eini hægri útbúgving nógvir. Og Sigmundur Hannesarson veit longu, hvussu prógvið skal brúkast.
- Eg ætli mær at fara til Onglands at lesa stjørnualisfrøði. Mær hevur altíð dámað væl alisfrøði, og nú havi eg møguleika fyri at útbúgva meg innan tað, og tað gleði eg meg til, sigur Sigmundur Hannesarson.
Hann fer tó ikki á skúlabonk í Onglandi rættiliga enn, tí komandi tíðina vil hann forvinna sær pening og síðani ferðast ymsastaðni.
***
Knassar keypti Portalin
- Portalurin skal verða okkara lopfjøl út í heim, og tað er tí, vit hava keypt hann.
Tað siga teir báðir brøðurnir úr Hvannasundi, Niklái og Jón Nysted, sum eiga og reka fyritøkuna Knassar. Í farnu viku keyptu teir Føroya størsta tíðindaportal.
- Við portalinum kunnu vit fáa eitt so mikið stórt inntøkugrundarlag, at vit kunnu fara út í heim at menna útlendskar tíðindaportalar og lýsingaskipanir. Tað hevur altíð verið okkara ultimativa mál, sigur Niklái.
***
Grov lógarbrot
Tað er ikki óvanligt, at greiningar av viðurskiftunum í bankum, ið eru yvirtiknir av Fíggjarligum Støðufesti vísa á viðurskifti, ið verða meldað til løgregluna. Soleiðis er eisini í gamla Eik banka.
– Talan er um eitt lógarbrot av einum slíkum grovum karakteri, at vit meta okkum hava eina góða sak, sigur Fíggjareftirlitinum, ið hevur meldað viðurskifti í gamla Eik til bakmansløgregluna.
*** Petra misti starvið Petra Johnsdóttir Joensen varð søgd úr starvi sum stjóri fyri Almannaverkið. Hetta gjørdi Annika Olsen, landsstýriskvinna, eftir at hon misti álitið á stjóranum. - Kunningin um avleiðingarnar av sparingunum á eldraøkinum kom ov seint, sigur Annika Olsen. *** Fýra fólk stungin Ein maður varð handtikin og skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk í Hvannasundi. Talan var um sera blóðugan og álvarsaman tilburð, men øll fýra fólkini yvirlivdu. 18 ára gamli maðurin var tikin stutt eftir hendingina og í grundlógaravhoyring varð hann varðhaldsfonglsur í fýra vikur fyri fyrst.