Lancômes hevur gjørt dýrastu avtaluna við Julia Roberts nakrantíð í vakurleikasøguni. Sjónleikarakvinnan, Julia Roberts, fær nevnliga 20 milliónir dollarar fyri at vera nýggja andlitið í lýsingunum hjá Lancômes.
Í desembur skrivaði Roberts undir sáttmálan við fyritøkuna innan vakurleikarøkt. Sáttmálin fevnir um eitt ár, og sostatt fær hon umleið 8,7 milliónir krónur um mánaðan.