Føroysku spælararnir fáa alt fleiri altjóða royndir, og leygardagin var tað merkisvert, at í miðal høvdu føroysku spælararnir spælt væl fleiri landsdystir, enn skotsku mótstøðumenninir høvdu gjørt.
Leygardagin rakk enn ein føroyskur spælari 25. landsdystinum. Talan var um Julian Johnsson, sum er ein av spælarunum, ið eru komnir á landsliðið, eftir at Allan Simonsen fekk ábyrgdina av liðnum.
Julian var 20 ára gamal, tá hann 26. apríl í 1995 á heimavølli móti Finnlandi fyri fyrstu ferð spældi við, og síðani tá hevur hann bara tríggjar ferðir verið burturfrá.
Julian Johnsson er seytjandi spælarin, sum røkkur 25 altjóða skrásettum landsdystum. Hinir eru Jens Martin Knudsen (45), Allan Mørkøre (41), Óli Johannesen (38), Jan Dam (36), Jan Allan Müller (34), Todi Jónsson (32), Øssur Hansen (30), Jens Kristian Hansen (27), Henning Jarnskor (27), Tummas Eli Hansen (27), Kári Reynheim (27), Magni Jarnskor (27), Kurt Mørkøre (26), Jens Erik Rasmussen (26) og Jóannes Jakobsen (25).
Jens Martin Knudsen er framvegis tann spælarin, sum hevur spælt flestar av teimum 58 altjóða skrásettu landsdystunum, men nú er Allan Mørkøre av álvara farin at nærkast metmanninum. Um Allan Mørkøre spælir hvørja ferð, og um Jens Martin Knudsen framvegis fer at verða á beinkinum, so kemur komandi nýggi ÍBV maðurin uppá síðuna av málverjanum hjá Leiftri, tá Litava kemur á Svangaskarð 8. september.
Teir spælararnir, sum eru tættast uppi undir at røkka 25 landsdystum, eru Uni Arge (23), og John Petersen (20).
Málskorararnir
Málið hjá Hans Fróða Hansen var tað 34. í altjóða skrásettum landsdystum, og Hans Fróði Hansen var tann 16. málskjúttin (tá er eitt sjálvmál ikki talt uppí).
Todi Jónsson er toppskjútti við átta málum, Jan Allan Müller hevur skorað fýra, Uni Arge trý, Jens Kristian Hansen, Henning Jarnskor, Torkil Nielsen, John Petersen, Jens Erik Rasmussen og Kári Reynheim hava skorað tvær ferðir, og umframt Hans Fróða Hansen hava hesir fingið eitt mál: Jan Dam, Øssur Hansen, Óli Johannesen, Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Julian Johnsson, og so eitt sjálvmál, sum kom móti Grikkalandi á Svangaskarði í 1994.