HB venjarin, Julian Hansen, var ovurfegin, tá ið hann var á veg upp á pallin at fáa gullkrónuna handaða frá Michael Platini.
Venjarin ásannaði samstundis, at hansara lið hevði ikki víst serliga sannførandi fótbóltsspæl í grannauppgerðini.
- B36 spældi nógv betri í dag, enn vit gjørdu. Eg hevði satt at siga ikki rokna við, at mínir spælarar fóru at vera so tyngdir av nervum. Men samstundis er tað hugaligt at staðfesta, hvussu góður HB moralurin er. Hann bar sigurin við sær, og hann er fremsta orsøkin til, at vit eru meistarar.
Liðformaðurin hjá HB, Fróði Benjaminsen, var sera fegin:
- Tað hevur ikki altíð gingið so væl í ár, men eftir 27 umfar eru vit ovast og meistarar. Orsøkin man vera, at vit hava breiðan hóp, og at tað ikki kemur so illa við hjá okkum, tá ið vit verða raktir av skaðum og leikbannum, sum onnur lið vera.
Andrew av Fløtum, álopsveteranurin hjá HB, var samdur við liðformanninum, og hann peikaði samstundis á, at ikki minst Fróði Benjaminsen er ein av orsøkunum til, at tað hevur hilnast so væl, at tað endaði við FM heitinum.
Tað er ikki heilt greitt enn, men alt bendir á, at Julian Hansen verður venjari hjá HB næsta ár, og at bæði Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum vera millum spælararnar, sum fara at kappast um plássini á liðnum, sum skal spæla í europeisku meistarakappingini.