Julian Johnsson verður yrkisspælari

Fótbóltur: Hósdagin setti Julian Johnsson sítt navn á sáttmála, sum ger hann til yrkisspælara í norska felagnum Kongsvinger

Julian Johnsson hevur nú sett sítt navn á sáttmálan, sum ger hann til yrkisspælara í Noregi.

Eftir at Julian í oktober mánaði var til royndarvenjingar í norska felagnum Kongsvinger hevur verið greitt, at fótbóltsframtíðin hjá landsliðsspælaranum hevur ligið í norska felagnum, og nú er staðfest at so er. Hósdagin skrivaði Julian Johnsson undir ein 3-ára sáttmála við Kongsvinger, og fyrst í komandi ári byrjar Julian í norska felagnum.

Tvey tey seinnu árini hevur Julian fingið veruligt gjøgnumbrot. Hann kom á landsliðið og er har vorðin til ein av stuðulsspælarunum, og hevur í ár havt fleiri fram úr avrik í altjóða dystum. Í ár gjørdist Julian føroyameistari við B36, og hann hevi sjálvur so stóran leiklut í hesum FM-sigri hjá B36, at viðspælararnir i vikuskiftinum valdu hann til ársins spælara í 1997.

Og fyri at krúna eina góða viku, skrivaði Julian hósdagin undir sáttmála við Kongsvinger.

Eingi tøl í sáttmálanum eru almannagjørd, men tað er greitt, at Julian skal liva av at spæla fótbólt.

Sjálvur ætlar Julian at gera vart við seg í norska felagnum. Málið er ikki nátt nú hann hevur fingið sáttmála. Hann ætlar sær á besta liðið hjá Kongsvinger, hóast kappingin um plássini er hørð, er Julian ikki stúrin.­ Eg trúgvi uppá meg sjálvan, og eg ætli mær at taka plássið frá onkrum av spælarunum, sum eru á liðnum, sigur hann avgjørdur.

Hjá B36 er tað ein stórur missur, at Julian nú fer til Noregs at spæla. Julian var ein av mest týðandi spælarunum á liðnum, sum vann FM-heitið í ár, og enn er ikki komið alment fram, um B36 ætlar sær ein avloysara úr onkrum øðrum felag ella um avloysarin skal finnast ímillum teir mongu evnaríku spælararnar, sum longu eru at finna í felagnum.