Julian Kragesteen fer at royna seg í týskum hondbólti

Julian J. Kragesteen fer at spæla við ATSV Habenhausen í triðbestu deildini í Týsklandi

Julian J. Kragesteen sæst her millum venjaran hjá ATSV Habenhausen, Matthias Ruckh (t.v.) og ítróttarstjóran hjá ATSV Habenhausen, Thomas Hasselmann (t.h.) aftaná sáttmálin var undirskrivaður millum partarnar

"Dritten Liga" ella 3. liga nevna týskarar triðbestu hondbóltsdeildina í Týsklandi. 

Í hesari deildini verður 21 ára gamli Julian J. Kragesteen at síggja sum spælari hjá ATSV Habenhausen fram til 2023.

Ítróttarstjórin Thomas Hasselmann sigur við heimasíðuna hjá ATSV Habenhausen um Julian J. Kragesteen, at talan er um ein knall-góðan spælara.

Venjarin, Matthias Ruckh sigur, at tað var ógvuliga skjótt, at teir vóru sannførdir um, at tað var rætt at gera sáttmála við Julian J. Kragesteen: - Við Juliani hava vit ein spælara sum kann spæla í álopinum, og sum er sera sterkur í verjuspælinum eisini, ein sera dynamiskur spælari, sigur Matthias Ruckh.

Julian sigur við facebook síðuna hjá Neistanum, at hann hevur ein dreym um at koma á A-landsliðið og við at fara til Týsklands vónar hann at koma sínum dreymi nærri, tí har er eitt hægri støði serliga fysiskt og taktiskt. Eisini vónar Julian, at hann kann liva væl av at spæla hondbólt, ein ítrótt sum hann elskar.

Thomas Hasselmann undirstrikar, at tá boð vera eftir Julian J. Kragesteen til landsliðsuppgávur er givið, at ATSV Habenhausen letur Julian J. Kragesteen sleppa avstað til hesar dystirnar. 

Julian byrjar at venja við fyrst í juli. At hann umvegis AFS hevur verið skiftisnæmingur í Týsklandi ber við sær, at hann skilir týskt, og tað er sjálvandi stórur fyrimunur.