ÍSLAND
Einasta føroyska umboðið í íslendskum fótbólti er Julian Johnsson. Hann er sjálvsagdur millum teirra, sum í næstu viku á heimakvøldi skulu stríðast ímóti Íslandi. Og sunnudagin vísti Julian íslendingum, at hann er væl fyri, nú tað stundar til brøðra uppgerðina í Norðuratlantshavi.
Julian Johnsson var á vøllinum allar 90 minuttirnar sunnudagin, tá ið skagamenn høvdu vitjan av Fram úr Reykjavík, og føroyski spælarin gjørdi nógv um seg.
Í steðginum var tað málleyst, men sjey minuttir eftir steðgin legði Hjört Hjartanson ÍA á odda. Julian vann bóltin á miðvøllinum, spældi álopsmannin, sum smekkaði til, tá ið hann var komin í brotsteigin.
Teir á heimaliðnum mundu fegnast ov nógv og ov leingi um leiðslumálið. Minuttin eftir, at teir høvdu lagt seg framum, javnaði Fram eftir horna og út frá.
Sigursmálið fekk ÍA eitt korter undan leikloki. Julian, sum dygst undan steðginum hevði fingið gula kortið fyri ov harðliga takling, breyt ígjøgnum í høgru, og Stéfan Þórðarson stýrdi við høvdinum innlegginum í málið.
Hóast sigurin er Akranes framvegis á áttanda og triði aftasta plássinum. Men tað er stutt fram á triðja plássið. ÍA hevur seytjan stig ella sama stigatal sum KA á sjeynda plássinum. ÍBV, sum er á triðja plássinum, hevur nítjan stig. Sunnudagin vann ÍBV á heimavølli í Vestmannaoyggjunum 1?0 ímóti Grindavík, FH tapti á heimavøllinum á Hafnafirði 2?1 ímóti Fylkir, og KR vann 2?1 á heimavølli ímóti KA. Fylkir og KR eru oddalið.
Næsta vikuskifti heldur føroyska landskappingin frí, tí landsliðsspælararnir skulu fyrireika seg til landsdystin ímóti Íslandi, sum verður mikudagin í næstu viku. Í Íslandi verður spælt av lívsins kreftum næsta vikuskifti. Sunnudagin skulu Julian Johnsson og liðfelagarnir á Akranesi spæla á Akureyri ímóti KA.
Á føroyska landsliðnum fáa flestu spælararnir dystarvenjing í heimligu landskappingini. Soleiðis er tað ikki í Íslandi. Har koma flestu landsliðsspælararnir úr útlendskum feløgum.