Julian millum málskjúttarnar

Sogndal lyfti seg upp á triðja plássið, tá teir tríggir føroyingarnir vóru við til at smyrja Byåsen av

Mikukvøldið var eitt fínt kvøld í Sogndal í Noregi. Tey 738, sum vóru og hugdu at fótbólti, nýttu góða summarveðrið og frøddust um, at tað eftir vónbrotið sunnudagin hesa ferð eydnaðist heimaliðnum at vinna stórsigur.

Botnliðið By´sen varð sent til hús við 6?1 tapi. Við sigrinum tók Sogndal seg upp á triðja plássið, og teir tosa framvegis um, at tað skal bera teimum til at vera við í kappingini um uppflyting.

Sogndal hevði greiða yvirvág alla tíðina, men teir á heimaliðnum vóru kløkkaðir, áðrenn teir kundu njóta sigurin. Í fyrsta skjótálopinum løgdu gestirnir seg á odda. Tá vóru bara fimm minuttir farnir. Heimaliðið javnaði, tá eitt korter var farið, og so var tað bara ein spurningur um tíð, nær teir fóru at leggja seg á odda. Tað gjørdu teir, tá hálvur tími var farin, og so var tað bara ein spurningur, hvussu stórur sigurin fór at verða.

Allir tríggir føroyingarnir vóru millum teir fyrstu ellivu. Hans Fróði Hansen og hinir í verjuni høvdu ikki nógv at gera, tí tað mesta gekk fyri seg á hinari hálvuni.

Julian Johnsson og Kurt Mørkøre høvdu fleiri royndir móti málinum, men hesa ferð eydnaðist tað ikki Kong Kurt, sum teir í Sogndal kalla Kurt Mørkøre, at skora. Næst við var hann, tá hann tíðliga í 1. hálvleiki eftir horna sendi í stólpan. Í 2. hálvleiki hevði hann onkran góðan møguleika, men tað eydnaðist ikki at skora.

Julian Johnsson hevði fleiri skotroyndir, og tað eydnaðist honum at skora eitt mál. Tá hálvur tími var farin legði hann Sogndal framum 2?1. Málið trýsti hann í kassan eftir eitt langt innkast, sum var snittað innfyri málið.

Ólavsøkuna fara teir tríggir føroyingarnir í Sogndal at brúka at fyrireika seg til næsta útidystin. Hann verður sunnudagin móti Skeid. Hetta liðið er fimti niðast. Øll liðini í næstbestu deildini hava nú spælt fimtan dystir. Sogndal hevur á triðja plássinum 26 stig., øll eru hjartaliga vælkomin.


Føroyska arbeiðið

Í Eliaskirkjuni

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.


Før. gudstænasturnar

í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.

(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09

fax. 32 58 61 49

e-mail:

[email protected]

Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.

Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.

Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta í Hirtshals


Føroyingafelagið

í Esbjerg

Danmarksgade 25,

6700 Esbjerg, tlf. 75132747

Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.


Føroyskt

barnamøti

Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Heimamissiónin

Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.


Føroyingarfelagið

í Aalborg

Lille Kongens Gade 10 B.

Tel. 98136330

Húsið er opið soleiðis:

Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00

Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 33 23 15 87

Fax 33 23 15 18

Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Heimasíða:

www.faroehouse.dk

E-mail:

[email protected]

Upplatingartíðir:

mánadag?fríggjadag:

kl. 16.00?19.00.

28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.

28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D

8000 Århus C

Telefon og fax: 86180604

Teldupostur:

[email protected]

Heimasíðan:

welcome.to/aarstova

Áarstova er opin soleiðis:

Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18

Føroysku bløðini liggja frammi.

Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03

Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.

Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:

MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.

Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).

Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).

Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.

Ítróttartiltøk:

Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.

Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.

Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.


Føroyingafelagið

Vesturskin,

Bergen

Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.


Føroyingar

í Noregi

E-mail:

[email protected]

Heimasíða:

www.norden.no/foroyar

Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.


Føroyingafelagið

í Reykjavík

Ølduslóð 27

220 Hafnafjørður, Ísland

Tlf. 565 4883

E-mail: [email protected]