Svendborg, sum spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, og venjari tess, Julian Johnsson høvdu ein góðan sigur í hondum, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat glapp sigurin teimum úr hondum.
Svendborg tók ímóti Brabrand á heimavølli ígjár. Brabrand legði hart út, og kom á odda longu í fyrsta minutti. Anders Hjort javnaði fyri Svendborg, tá 36 minuttir vóru farnir, og tá 56 minuttir vóru farnir var Svendborg á sigurskós, tá Jonas Hvilsom legði heimaliðið á odda.
Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Mike Kaljo fyri Brabrand, og aftur gjørdist bert talan um eitt stig til Julian og Svendborg.
Svendborg hevur 32 stig í 2. deild Vestur. Teir eru bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, har heili seks lið detta úr deildini, tá hetta kappingarárið er liðugt.