Julian og Gravesen á sama liði

Føroyingurin í Noregi og danin í Everton spældu í barnaárunum á sama liði í einum lítlum felag uttanfyri Vejle

Ein føroyskur landsliðsspælari og ein danskur landsliðsspælari umboða sama felag í dag. Talan er um føroyska málverjan Jákup Mikkelsen og liðfelagan hjá honum í Herfølge, Steven Lustü, sum ivaleyst verður á danska beinkinum í kvøld.

Todi Jónsson hevur verið liðfelagi við ein av donsku spælarunum. Tað snýr seg um Bjarne Goldbæk, sum varð seldur úr FCK og til Chelsea, tá Brian Laudrup kom til Keypmannahavnar. Nú umboðar Bjarne Goldbæk Fulham.


Smáu dreingirnir í lítla felagnum

Ein annar av føroysku spælarunum hevur verið liðfelagi við ein av donsku landsliðsspælarnum, men tað er langt síðani. Tað snýr seg um Julian Johnsson, sum í barnaárunum var í sama felagi og spældi á sama liði sum verjukendi miðvallarin og verjuspælarin, Thomas Gravesen:

? Tá eg var smádrongur, búðu vit í Vejle. Eg var longu tá áhugaður í fótbólti, og tað var upplagt, at eg fór at spæla í sama felag, sum vinmenninir hjá mær spældu í. Ein av bestu vinunum á vegnum, har sum vit búðu, æt Thomas Gravesen. Pápi hansara, sum æt Georg, var venjari í einum lítlum felag, sum eitur Daugaard IF. Vit vóru umleið seks ára gamlir, tá vit fóru í felagið, og har spældi eg saman við Thomas og við Georg sum venjara inntil vit fluttu til Føroya at búgva. Tá var eg umleið tíggju ára gamal, minnist Julian aftur á.

Julian heldur tað vera stuttligt, at teir nú skulu umboða hvør sítt landslið. Tá vit tosaðu við Julian, hevði hann ikki hitt Thomas Gravesen, síðani hann kom til Føroya. Bæði føroyska og danska landsliðið hava síðani mánadagin hildið til á Hotel Føroyum, men tey hava einki við hvørt annað at gera. Danir búgva og eta í øðrum endanum, og føroyingar búgva og eta í hinum endanum.

? Eg havi onkuntíð hitt hann síðani barnaárini, men nú er tað nakað síðani. Eftir 1995 kappingarárið var eg í tveir mánaðir í Danmark og vandi við Vejle. Tá spældi Thomas Gravesen har, og eg búði hjá honum. Síðani havi eg ikki havt nakað serligt samband við hann, men sjálvandi havi eg fylgt við, hvussu tað hevur gingist honum í Vejle, Hamburg og nú í Everton. Hann var ein góður fótbóltsspælari, tá vit vóru smádreingir, og tá eg var í Vejle, vóru tað fleiri, sum søgdu, at hann fór skjótt at gerast yrkisspælari í útlandinum, og soleiðis varð tað.


Hóvastákið

Thomas Gravesen hevur spælt átta landsdystir fyri Danmark, og tað hevur ikki verið frítt, at tað hevur verið eitt sindur av hóvastáki rundanum hann. Fyrst varð gamli landsliðsvenjarin, Bo Johansson, endurgivin í donsku presssuni fyri at hava sagt, at hann kundi ikki brúka Thomas Gravesen á landsliðnum, um hann ikki dugdi at bera seg at í Hamburg SV. Venjarin segði seinni, at hann hevði ikki verið so harðligur í sínari útsøgn, sum fjølmiðlarnir høvdu gjørt tað til, og Gravesen kom aftur á landsliðið.

Í summar flutti Gravesen úr Hamburg og til Everton. Í einum tí fyrsta venjingardystinum fekk hann reyða kortið, og í donsku pressuni varð nógv gjørt burturúr. Seinni vístu upptøkurnar, at dómarin hevði verið ov eirindarleysur, og at hann ikki átti at havt givið meiri enn gula kortið.


Stórt sjálvsálit

Tað hevur hesa seinastu tíðina gingið væl hjá Juliani Johnsson og hinum føroyingunum í Sogndal. Tað er hugaligt, og tað styrkir sjálvandi um sjálvsálitið:

? Áhugin fyri felagnum økist saman við møguleikanum at flyta upp. Í Sogndal eru sjey unglingalandsliðsspælarar, og tað verður nú tosað um, at onkur teirra skal seljast til útlandið. Gerst hetta veruleiki, so viknar liðið og harvið møguleikin fyri at flyta upp. Mest verður tosað um álopsfelagan hjá Kurt Mørkøre, Tommy Øren. Hann er 19 ára gamal, og hann er sera evnaríkur.

Men hvør er orsøkin til, at tað nú gongst tykkum so væl?

? Høvuðsorsøkin er Kurt Mørkøre. Hann hevur verið framúr í ár. Eg havi altíð vitað, at hann hevur verið málsøkin, men at hann var so góður sum boksspælari, tað havi eg ikki vitað fyrrenn nú eg havi sæð tað í summar.

Hans Fróði Hansen hevur vunnið sær pláss í miðverjuni. Tað er alneyðugt hjá honum at vera sannførandi hvørja ferð, tí á beinkinum situr ein ungur og góður miðverji og bíðar. Julian Johnsson er altíð á miðvøllinum:

? Mær hevur altíð dámað væl at fáa høvi at blanda meg uppí alla staðni, men í Sogndal er mær álagt at vera í høgra borði. Mær er álagt at renna nógv aftur og fram, og tað líkar mær væl. Tað verður roknað við, at eisini eg leggi bóltar innfyri til Kurt Mørkøre, og tí havi eg vant sera nógv at leggja bóltar innfyri.

Hvussu verður í kvøld?

? Nú fáa vit at síggja, hvussu venjarin fer at seta liðið. Eg eri sera spentur, og eg ivist ikki í, at teir, sum sleppa upp í part, fara at gera alt, sum tað ber til, fyri at fáa eitt gott úrslit á Tórsvølli og frammanfyri seks túsund áskoðarum. Fyritreytirnar áttu at verið til tað, tí hesa tíðina av árinum eiga allir spælararnir at vera í so góðari venjing, sum tað ber til.