Julian og Ragnar: Vit reistu okkum í 4. setti (Rás2)

(Rás2) Hoyr U20 manslandsliðsspælararnir í flogbólti, Julian V. Niclasen og Ragnar Weihe seta orð á føroyska 3-1 sigurin

Føroyska U20 manslandsliðið í flogbólti kom væl frá byrjan í EM-undankappingini, ið er í Føroyum í hesum døgum. 

 

Føroyar vunnu 3-1 (25-17, 25-23, 18-25, 25-18) á Íslandi. 

 

Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar ímóti Skotlandi, og sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar ímóti Luksemborg, ið verður mett at verða sterkast liðið í kappingini.

 

Óli G. Samuelsen sigur frá báðum dystunum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við føroysku spælararnar, Julian Vest Niclasen og Ragnar Weihe, ið báðir spæla við SÍ. Óli prátaði eisini við Magnus Tausen, formann í flogbóltssambandinum aftaná dystin.

 

Julian Vest Niclasen og Ragnar Weihe eru sera fegnir um hvussu føroyska liðið reisti seg aftaná eitt vánaligt triðja sett sum Ísland vann greitt. - Vit reistu okkum í fjórða setti, staðfesta føroysku sigursharrarnir fegnir.

 

Magnus Tausen staðfestir, at tað hevði sera stóran týdning, at føroyska liðið legði út við einum sigri í kappingini, tí bæði Skotland og Luksemborg eru tvey sera sterk lið.

 

Frásøgnin hjá Óla G. Samuelsen av teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum, og viðmerkingarnar hjá Kristiani Mikkelsen hoyrast HER

 

Skráin hetta vikuskiftið:

 

 

Leygardagin 24. mars:
Kl. 14.00 Ísland - Luksemborg
Kl. 17.00 Føroyar - Skotland

Sunnudagin 25. mars:
Kl. 14.00 Skotland - Ísland
Kl. 17.00 Luksemborg - Føroyar