Julian og teir næstovastir

Fyrrverandi B68 málverjin var við yvirlutan, tá ið hann og hinir í Grindavík høvdu vitjan av gomlu liðfeløgunum, sum nú eru í Fram

ÍSLAND

ÍA á Akranesi, sum Julian Johnsson spælir við, er eftir fýra tey fyrstu umførini í íslendsku landskappingini næstovast. Týskvøldið vunnu teir á heimavølli 2-1 ímóti KA av Akureyri. Sigursmálið skoraði ÍA upp á brotsspark í 2. hálvleiki. Felagið av Akureyri er næstniðast á støðutalvuni.
Meðan landsliðið tuskaði niðri í Sveis og royndi at avmarka tapið ímóti hollendsku heimsstjørnunum so nógv, sum tað bar til, vóru landsliðsspælararnir Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen við Fram í Grindavík. Har var gamli liðfelagin hjá teimum, Albert Sævarsson, í málinum hjá heimaliðnum.
Grindavík legði ógvuliga sannførandi fyri. Í steðginum vóru teir frammanfyri 3-0. Íslendskir fjølmiðlar vita at siga, at tað rætt og slætt einki var um liðið hjá Ion Geolgau í 1. hálvleiki. Eftir steðgin hilnaðist tað betur hjá Fram. Teir minkaðu um munin til bæði 3-1 og 3-2, men teimum eydnaðist ikki at fáa stig.
Eftir at tað í tveimum teimum fyrstu umførunum gekk strúkandi hjá Fram, er tað aftur vorðið gerandisdagur. Fram er fjórði niðast við fýra stigum. Teir eru undir liðini á meistaraliðnum KR, sum spældi 2-2 í Vestmannaoyggjunum.
Úrslitið var merkisvert. KR var á odda 2-0, áðrenn fyrra umfarið var hálvrunnið. Tá varð ein av heimamonnunum rikin av vøllinum. Men ÍBV stríddist víðari. Undan steðginum minkaðu teir um munin, og í 2. hálvleiki eydnaðist teimum at javna. Útjavnandi málið skoraði landsliðsmálverjin, Birkir Kristinsson, upp á brotsspark.
Fylkir vann toppdystin 2-0 á Keflavík, sum er á triðja plássinum. Fylkir er ovast. Víkingur fekk fyrsta stigið, tá ið teir á heimavølli fingu 1-1 ímóti FH.
Fimta umfarið verður á skránni mánadagin 7. juni. Tá verður spælt soleiðis: FH-ÍBV, Fram-Fylkir, KA-Grindavík og Keflavík-Víkingur. Síðsti dysturin í fimta umfarinum verður spældur mikukvøldið 9.juni. Hann verður millum KR og ÍA.