Dreymurin um uppflyting í Svendborg er nú burturi. Liðið hevur ikki vunnið ov nógv stig í seinnu kappingarhálvu, og tað varð staðfest aftur í gjár, tá Julian Johnsson og liðfelagarnir taptu á útivølli móti Varde.
Julian Johnsson fekk sítt seinna gult kort, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Hann kundi tí bara hyggja at, tá Jacob Bymar, sum áður hevur spælt við KÍ og B68, við tveimum málum søkti gestirnar. Hann var tvær ferðir á blettinum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, soleiðis, at heimaliðið vann 4-2.
Svendborg liggur í løtuni sum nummar átta.