ÍSLAND
Fyri fyrstu ferð, síðani hann kom til Akranesar, var Julian Johnsson mikukvøldið málskjútti í landskappingardysti. ÍA vitjaði í Keflavík, og tað eydnaðist teimum at vinna 2-0. Fyrra málið fingu teir fýra minuttir undan steðginum. Sum so ofta í Íslandi, so var í báðum førunum, tá ið ÍA skoraði, talan um deyðbóltsstøðu. Fríspark varð sent av miðjuni og fram í brotsteigin, og Julian var hægstur og stútaði í kassan.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti ÍA, tá ið Keflavík gjørdi sjálvmál. Eftir horna boksaði málverjin í ein av sínum viðspælarum, og so fór bólturin í málið.
ÍA er á triðja plássi við sama stigatali sum FH, ið er næstfremst. Hóast tað eru fimm stig fram til Fylkir, so er Julian Johnsson væl nøgdur.
- Øll liðini taka stig frá øllum, og vit eiga báðar dystirnir eftir ímóti Fylkir. Ætlanin hjá íA var at vera við í toppinum, og tað eru vit. Úrslitini á útivølli hava verið heilt góð. Trupulleikin hevur verið, at vit hava mist ov nógv stig á heimavølli, sigur Julian Johnsson, sum er fastur maður á miðvøllinum.
Mikukvøldið vann Víkingur 3-2 á ÍBV. Hetta var fyrsti sigurin hjá botnliðnum, sum nú er eitt stig aftanfyri Fram, ið hevur Fróða Benjaminsen og Hans Fróða Hansen á liðnum. KA, sum er fjórði aftast, tapti 2-0 á heimavølli ímóti oddaliðnum, Fylkir.
Hóast Fram er næstaftast, so heldur Julian ikki, at tað kann sigast, at tað stendur heilt illa til hjá Fróða, Hans Fróða og teimum.
- Tað er so mikið tætt, at trý stig í einum dysti hevði lyft teimum fram á sjeynda og næstan sætta plássið. Um eini fýra umfør fæst at síggja, hvør fer at hanga eftir í botninum, heldur Julian.
Albert Sævarsson og Grindavík taptu mikukvøldið 4-1 í Hafnafirði. Grindavík er triði aftast.
Í næsta umfarinum verður spælt soleiðis: 27. juni KA-KR, 28. juni Fram-FH og Grindavík-Keflavík og 29. juni spæla Fylkir-ÍBV og ÍA-Víkingur.