Julian skal standa síðstu royndina í dag

Eftir at hann við B36 hevði vunnið hálvfinaluna, skal hann við Akranesi, har alt hevur andað av fótbólti í hesi vikuni, spæla endadyst í steypakappingini

ÚTISETI Í ÍSLANDI

Julian Johnsson hevur havt eitt fínt kappingarár. Undan summarsteðginum var hann við til at spæla B36 í finaluna um Løgmanssteypið. Undan Ólavsøkuni og steypafinaluni ímóti GÍ flutti hann til Akranesar. Tá ið Julian kom til ÍA var fótbóltslagið einki serligt. ÍA var millum lægst staddu feløgini, og tað varð lítið hugsað um heiðursmerki í landskappingini og møguleikan at vinna steypafinaluna. Síðani er alt vent á høvdið. Síðsta sunnudag vann ÍA bronsukrónurnar í landskappingini, og í dag klokkan eitt føroyska tíð hava verður steypafinalan, har teir í ÍA hava møguleika at vinna steypafinaluna. Tá skulu teir spæla á Laugardalsvøllinum ímóti FH av Hafnafirði.
? Vit hava ikki tapt í tíggju teimum seinastu dystunum. Vit hava vunnið níggju ferðir, og eina ferð hevur verið javnt. Fólkið her á plássinum fylgir ógvuliga væl við fótbóltsliðnum, og tað fer maður av húsi til Reykjavíkar at fylgja við í finaluni. ÍA hevur fleiri ferðir verið í finaluni, so tey vita, hvat tað snýr seg um, sigur Julian Johnsson av Akranesi.
Seinnapartin í gjár klokkan hálvgum trý skuldu Julian og liðfelagarnir venja fyri síðstu ferð undan finaluni. Síðani var ætlanin, at teir skuldu fara undir Hvalfjørðin og til Reykjavíkar, har teir í gjárkvøldið og í morgun á gistingarhúsi skuldu leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til steypafinaluna.
Væntar tú, at tit fara at vinna?
? Tað verður rættuliga tætt. FH hevur staðið seg ógvuliga væl. Tað vóru teir, sum á síðsta leikdegi í landskappingini tóku silvurmerkini fyri nøsini á okkum. Men gongdin nógvu tær seinastu vikurnar hevur havt við sær, at sjálvsálitið verður í lagi, tá ið vit fara inn á Laugardalsvøllin.
Í fyrradagin varð Julian Johnsson í dagblaðnum DV saman við tveimum verjuspælarum mettur at hava verið besti spælarin hjá ÍA í hesum kappingarárinum. Tí kemur tað ikki óvæntað, at Julian Johnsson verður ímillum teir fyrstu ellivu á Laugardalsvøllinum í dag.
? Eg havi fingið at vita, at eg skal hava framrættaðan leiklut á miðvøllinum. Eg skal taka mær av verjukendum miðvallara hjá teimum, og so verður tað vónandi soleiðis, at onkur møguleiki verður at skjóta ímóti málinum ella kanska at royna við høvdinum, heldur Julian Johnsson.
Í gjár fóru foreldrini hjá Juliani, Janne og Kristinn Johnsson, vikuskiftisferð til Íslands. Í dag vera tey millum áskoðararnar á Laugardalsvøllinum. Mánadagin koma tey aftur til Føroya saman við soninum, sum føroyingar vóna verður steypavinnari, nú hann fram til eftir ársskiftið fer at halda frí frá fótbóltinum.
Fyrra liðið, sum Julian var við til at spæla í finaluna, B36, vann endadystin. Nú er tað upp til ÍA og Julian Johnsson at endurtaka bragdið.