Julian: - Svendborg passar til mína ambisjón

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við gomlu landsliðshetjuna, Julian Johnsson

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum var við gomlu landsliðskempuna, Julian Johnsson á Rás2 fyrr í kvøld.

 

Julian trívist væl í starvinum, sum høvuðsvenjari hjá Svendborg, ið spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Liðið hevur ikki tapt seinastu seks dystirnar, men Julian iðrar seg um, at fýra av teimum eru endaðir við javnleiki 1-1, sum ikki gevur so nógv stig.

 

Julian heldur, at Svendborg passar til ítróttarligu ambisjónina hjá honum. Julian hevur annars vant nógvar elituungdómar seinastu árini, Hetta hevur verið á ítróttarskúlanum í Oure á Fjóni.