Julian á triðja plássi

Sannførandi gongdin seinastu vikurnar hjá Akranesi helt fram leygardagin, tá ið teir á heimavølli vunnu á Vali, sum misnýtti tvey brotsspørk

ÍSLAND

Tað hevur gingið strúkandi hjá Akranesi seinastu vikurnar, og leygardagin vunnu teir aftur trý stig. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Vali, sum er aftast, og ÍA vann 2?0. Teir fingu bæði málini í 1. hálvleiki. Julian Johnsson, sum eftir landsdystin ímóti fyri tað mesta íslendskum útisetum var aftur á heimavøllinum, arbeiddi sum hann plagar, men hann eigur framvegis til góða at skjóta mál. Hesa ferð vóru ÍA málskjúttarnir Kristian Gade Jørgense, ið ? sum navnið boðar frá ? er úr Danmark, og so Hjálmur Dór Hjálmsson.
Mest merkisverda á Akranesi seinnapartin leygardagin var, at Valur misnýtti tvey brotsspørk. Í báðum førunum bjargaði ÍA málverjin, Þórður Þórðarson.
Meistaraliðið KR úr Reykjavík legði seg sunnudagin av álvara á odda í landskappingini. Í Reykjavík var toppdystur millum KR og Fylkir, sum higartil hevur verið undir liðini á KR. Meistararnir vunnu sannførandi 4?0, og nú eru teir fýra stig frammanfyri Fylkir.
Við sigrinum á Vali leygardagin lyfti ÍA, sum leingi lá niður ímóti niðurflytingarstrikuni, seg upp á bronsuplássið. Í gjárkvøldið skuldu FH og ÍBV spæla á Hafnafirði. Um tað eydnaðist heimaliðnum at vinna á eyjamonnum, so komu teir á triðja plássið.
Grindavík vann 3?2 á útivølli ímóti Þrótti, og KA tapti á heimavøllinum á Akureyri 1?0 ímóti Fram. Tapið hjá teimum á Akureyri kom sera illa við. Talan var um so at siga seks stiga uppgerð. Nú hava bæði KA og Fram seytjan stig og eru bara eitt stig undan Vali, ið er aftast.
Møguleikarnir hjá ÍA at vinna meistaraskapin mugu metast at vera lítlir og eingir. Vánaliga byrjanin upp á kappingarárið ger, at teir eru ov langt frá KR at røkka teimum í átjan umførum. Næsta avbjóðingin hjá ÍA verður mánakvøldið í næstu viku, tá ið teir skulu spæla á útivølli ímóti Fylkir. Um tað eydnast Juliani Johnsson og liðfeløgunum at fáa øll stigini, so verða teir undir liðini á Fylkir.
ÍA á Akranesi er annars tað felagið, sum hevur verið íslandsmeistari oftast. Teir hava verið meistarar átjan ferðir. Besta tíðarskeiðið hjá teimum var miðskeiðis í nítiárunum, tá ið teir vunnu fimm meistaraheiti upp í slag. Tað fyrsta vunnu teir í 1992, og tað síðsta í 1996.