Julian vann á favorittinum

Ólavsøkurenningin var í gjár, og sum altíð var spenningurin stórur um hvør mundi fara at vinna, tí tað er stór prestiga at vinna ólavsøkurenningina. Hjá monnunum kundi Jan Elmar Sørensen ikki loypa undan favoritleiklutinum. Við sínum 15.49 min á 5.000 m til VU Spelen, var hann einasti maður í feltinum, sum hevði verið undir 16 minuttir.

 

Men tað vóru avgjørt avbjóðarar til kappingina. Vinnarin í fjør Signar Røsvig er kanska enn betur fyri í ár, og eisini Andrias Hansen hevur víst góðan form. Formkurvan hjá Sam Vang gongur rætta vegin, og allar farligasti maðurin á seinasta kilometrinum, Julian Gregersen, sum eisini vann Flaggdagin, var eisini klárur. So spenningurin var stórur.

 

Tað gjørdist ein trídystur millum Jan Elmar Sørensen, Signar Røsvig og Julian Gregersen. Jan Elmar Sørensen rakti ikki dagin, og fann ikki orkuna, sum skuldi til at stressa hinar og kanska sleppa undan teimum. Hinir báðir høvdu ikki stórvegis trupulleikar at fylgja við. So teir fylgdust allir tríggir framvegis, á veg heim móti málinum fyri fimtu og seinastu ferð við eini 400 metrum eftir. Allir spitarar í botn, og her vísti Julian Gregersen nógv størstu spurtstyrkina, meðan Jan Elmar Sørensen hekk eftir.

 

Andrias Hansen og Sam Vang stríddust hvør í sínum lagi eitt sindur aftanfyri førarafeltið. Dysturin um 6. og 7. pláss endaði eisini við spurti. Blaðungi Dánja Dahl Ljósheim rennur bara skjótari og skjótari, og er við at taka seg heilt fram á føroyska rennitindin. Hann spurtsigraði Henry Olsen, sum nú aftur er við at fáa ferð í beinini eftir drúgva tíð við skaða.

1. Julian Gregersen 16.21

2. Signar Røsvig 16.24

3. Jan Elmar Sørensen 16.35

4. Andrias Hansen 17.03

5. Sam Vang 17.21

6. Dánjal Dahl Ljósheim 17.33

 

7. Henry Olsen 17.34