Julian vann stórt á Popczynski

Um vikuskiftið spældu Svendborg og Aarhus Fremad í donsku 2. Deild vestur. Á liðnum hjá Svendborg spælir Julian Johnsson, og Krzysztof Popczynski er venjari hjá Aarhus Fremad. Tað vóru Julian og teir, sum vunnu hendan dystin – og tað við lít. Svendborg vann 6-2, eftir at støðan hevði verið 4-1 í hálvleikinum. Ein, sum eitur Hassan Bashir, skoraði heili fýra mál fyri Svendborg.