Í síðstu viku skrivaðu vit, at Julian Johnsson sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá Kongsvinger royndi seg í fyrsta landskappingardystinum í hesum árinum.
Sjálvandi man føroyski landsliðsspælarin hava verið vónbrotin av ikki at sleppa at vera millum teir ellivu bestu, men hann tóktist hava sjálvsálit og staðfesti, at hann mundi fara at fáa møguleikan, og so fór at ráða um at taka av.
Longu sunnudagin, tá Molde, sum í fjør endaði á plássinum undir Rosenborg, vitjaði, vóru boð eftir Juliani Johnsson, sum allar 90 minuttirnar var ein av miðvallarunum hjá Kongsvinger, ið spældi 4-5-1.
Kongsvinger var á odda tvær ferðir, men alíkavæl taptu teir 3-2. Norsku fjølmiðlarnir gera serliga nógv burturúr Andreas Lund hjá Molde, tí tað var hann, sum fram móti dystarenda skoraði tvær ferðir fyri gestirnar, sum harvið fóru avstað við øllum stigunum.
Um Kongsvinger verður sagt, at liðið vísti góðan stríðsvilja, men at tað í síðsta enda vísti seg kostnaðarmikið, at teir mest sum alla tíðina høvdu verið undir trýsti av góðum spælarum.
Tað var sera kalt, og millum áskoðararnar var norski forsætismálaráðharrin, Kjell Magne Bondevik, sum er ein av stuðlunum hjá Molde.