TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Kyndli, Julian Johansen, sum sá sínar menn tapa so greitt, sum 19-30 (8-19) til VÍF í Faxe Kondi steypakappingini. Ósigurin merkir, at Kyndil og Team Klaksvík eru úti av steypakappingini, og VÍF og StÍF fara víðari til hálvfinalurnar úr bólki 2.
- Vit tapa dystin uppá 10 minuttir, staðfestir Julian Johansen, og sipar til ta fyrstu løtuna, tá VÍF var á odda 11-2. Longu í steðginum ásannaðu kyndilsmenn, at slagið var tapt, og málið fyri seinna hálvleik var bara at vinna hálvleikin, og tað eydnaðist heldur ikki.
Julian Johansen er harmur um enn eitt vánaligt avrik, og tað er ørkymlandi hjá kyndilsmonnum at bíða í fimm vikur at sleppa í gongd aftur í landskappingini.