Julius sjeyti

Summi fólk eru meira enn onnur bygdamyndir ella býarmyndir. Hví so er, kundu vit ivaleyst hugleitt leingi um. Tað verður ikki í hesum umfarinum.

Men mánadagin 4. september verður ein sonn bygdamynd á Toftum 70 ár. Tað er Julius Olsen.
 
Julius hevur sera stóran tokka til sína heimbygd, har hann hevur búð alt sítt lív. Nú pápin Vensil er farin og mamman Nanna býr á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, býr Julius á Eldrasambýlinum Vesturskin, har hann trívist væl og á sín serliga hátt skapar trivna fyri tey fólk, ið har búleikast.
 
Julius hevur altíð havt stóran áhuga fyri fótbólti og tá dystur er á Svangaskarði, hevur hann ábyrgdina av hornafløggunum. B68 er hansara hjartabarn og ikki er ov nógv sagt, at fyri okkum B68-viðhaldsfólk er Julius ein savningardepil og eitt samleikaprógv. Hetta veit Julius sjálvur og hann hevur avgjørt einki ímóti at hava hendan leiklutin.
 
Líka lítið er at ivast í, at Julius hevur eitt heilt serligt pláss í hjartanum hjá føroyskum dómarum. Hann er helst einasti áskoðari í landinum, sum sleppur at ganga innanfyri girðingina meðan dystur er. Allan dystin á tamb gongur hann og válar aftur og fram eftir sjálvari síðulinjuni og rópar á spælararnar. Julius hevur snøgt sagt vunnið sær søgulig rættindi á síðulinjuni.
 
Ja, fyri dómararnar er tað so sjálvsagt at Julius er innanfyri girðingina tá B68 spælir heimadyst, at onkuntíð tá tað hevur borist honum undan at koma til dyst, hevur dómarin spurt eftir honum. Hvussu stóran týdning B68 hevur fyri Julius, er sjón fyri søgn.
 
70 ára dagurin verður hildin við døgurða á Svangaskarði mánakvøldið klokkan 19. Julius hevur glett seg ómetaliga nógv til hendan dagin og hann vónar, at nógv fólk taka sær stundir at koma í B68-húsið í føðingardag.
 
Hjartaliga tillukku Julius og takk fyri manga góða løtuna.
 
 
B68-ari