Junkarin basti Jallinum

5-mannafør kvinnur: Tað var sonn finala millum tvær tær bestu kvinnumanningarnar í hesi kappingini, og spenningurin varð so stórur, sum tað kundi roknast við.

Junkarin úr Kvívík hevði undan hesum róðrinum eitt stig meiri enn Jallurin úr Knørrafelagnum. Hesir báðir bátarnir lógu borð um borð og kappaðust, og tað var tætt og spennandi alla tíðina.

Jallurin fekk besta startin, men so legði Hvessingur upp á síðuna av Jallinum. Borð um borð og stavn um stavn fóru hesir báðir bátarnir fram við Molanum, meðan Beinta, Blikur og Falkur meiri enn eina bátslongd aftanfyri vóru í tættari kapping um bronsuplássið.

Sum bátarnir nærkaðust málinum, hevði Junkarin hug at stinga stavnin framum Jallin, og tá ið teir fremstu fóru um málið, var Junkarin skutin frammanfyri, og harvið hevði Junkarin tryggjað sær FM heitið. Jallurin vann silvur, og Beinta vann bronsu á Ólavsøku. Í FM kappingini vann Blikur bronsumerkini.

 

 

1 Junkarin 04:48.13

2 Jallurin 04:49.09

3 Beinta 04:53.00

4 Blikur 04:53.20

5 Falkur 04:54.12

6 Teistin 05:06.19

7 Fípan Fagra 05:24.05

 

Endaliga støðan

1 Junkarin 46

2 Jallurin 44

3 Blikur 33

4 Beinta 30

5 Falkur 21

6 Teistin 15

7 Fípan Fagra 1