info
Ongi úrslit

Jupiter endar kanska í Klaksvík

- Vit hava Norðborg og Christian í Grótinum, sum báðir hava ov lítlar kvotur og tískil liggja einar 3, 4 ella 5 mánaðir av árinum, sigur Kristian Martin Rasmussen

Vilmund Jacobsen
3. apríl 2025 kl. 10:35

Tað eru stívliga tvey ár síðan, at reiðaríið P/F Jupiter við Jógvan Martini Ferjá Joensen sum reiðara keypti hetlendska uppsjóvarskipið, Altaire til Føroya. 

Nú bendir mangt á, at skipið kanska ikki verður so leingi í Kollafirði aftrat. 

Teir, sum eiga Christian í Grótinum og Norðborg í Klaksvík, eru nevniliga í samráðingum við Jógvan Martin um møguleikarnar at keypa umleið 20 ára gamla, Jupiter.

Kristian Martin Rasmussen, sum í løtuni er í Íslandi, sigur, at enn er eingin endalig avtala komin upp á pláss, men hann váttar, at samráðingar eru millum partarnar.

- Okkum vantar kvotur til okkara skip, sum liggja ein fittan part av árinum, tí kvoturnar eru minkaðar, samstundis sum fleiri skip nú skulu deilast um verandi kvotur.

Hann vísir á, at fyrst eru kvoturnar tiknar frá teimum skipum, sum vóru í uppsjóvarvinnuni og latnar øðrum, og nú er neyðugt at keypa hesar kvotur aftur, um skipini ikki skulu liggja.

- Vit hava Norðborg og Christian í Grótinum, sum báðir hava ov lítlar kvotur og tískil liggja skipini einar 3, 4 ella 5 mánaðir av árinum.

Kristian Martin Rasmussen sigur, at áður vóru uppsjóvarskipini átta í tali. Nú eru skipini 20, samstundis sum kvoturnar eru minkaðar. 

- Hetta hongur slett ikki saman, og tískil royna vit nú at keypa okkum kvoturnar, sum kunnu muna eitt sindur, sigur hann.

Myndin er ikki tøk

Hann leggur tó dent á, at enn er Jupiter ikki keyptur, og enn er eisini ov tíðliga at siga, um keypið fer at koma upp á pláss ella ei.

- Um vit keypa skipið, verður tað kanska í vinnu í eina tíð, men vit hugsa í fyrsta lagi um kvoturnar, sum skipið eigur, sigur Kristian Martin Rasmussen.

Hann væntar, at kemur ein avtala upp keyp upp á pláss, verður Jupiter, sum annars er eitt gott og lítið slitið skip, helst selt aftur.

 


 

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

22 tímar síðan

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

16 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

23 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

1 tími síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

1 tími síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

3 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

3 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

6 tímar síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

13 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

15 tímar síðan