Jupiter gjørt fyrsta túrin

Nýggja skipið hjá gøtumonnum hevur landað sild í Noregi í morgun Tann 14. august fór Jupiter fyrsta túrin á sildaveiði norðuri við Jan Mayen, og í morgun vóru teir í Liavaag í Noregi við 600 tonsum av sild til matna.

Sildin er í meðal 350 gram til støddar, skrivar Vinnan á heimasíðuni.

Hendan túrin hevur Jupiter partrolað við Finni Fríða, sum nú partrolar við Tróndi í Gøtu. Bæði Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava landað sild í Íslandi í seinastuni.