Jupiter hevur í vikuni landað umleið 1750 tons av makreli. Reiaríið Varðin skrivar á heimasíðuni, at Jupiter hevur roynt eftir makreli norðanfyri í føroyskum øki. Teir hava partrolað saman við Tróndi í Götu og og síðani við Fagraberg.
Teir vóru fyrst inni í Kollafirði við 200 tonsum av makreli, sum fer til matna, og fóru síðani til Havsbrún við rest, sum var umleið 1.550 tons av makreli.
Fagraberg landar eini 470 tons av makreli í Kollafirði.
Jupiter er farin aftur til fiskiskap.