Dioxineiturið gjørdi, at Viktor Jusjtsjenko var næstan ikki til at kenna aftur, tí eiturið avskeplaði andlit hansara. Men við hjálp frá einum fronskum lækna, sum arbeiðir á einum sjúkrahúsi í Genéve í Sveis, hevur ukrainski forsetin fingið nýggja útsjónd og nýtt lív.
-Tað eydnaðist honum at koma hígar, uttan at nakar varnaðist tað, og inni á sjúkrahúsinum hevði hann eina lyftu fyri seg sjálvan, sigur franski læknin, Jean-Hilaire Saurat, við sjónvarpið France 2.
Tað hava verið nógvar søgur og nógvar gitingar um, hvat veruliga hendi andlitinum á Viktor Jusjtsjenko undir valstríðnum í Ukraina fyri fýra árum síðani. Summi halda, at talan var als ikki um eitran, men mong halda, at tað var russiska fregnartænastan, sum royndi at forða Jusjtsjenko at koma til valdið í Ukraina.
Sjálvur vil Jusjtsjenko vera við, at tað var táverandi ovastin í ukrainsku fregnartænastuni, Igor Smesjko, sum skipaði so fyri, at dioxin varð latið í matin hjá Jusjtsjenko undir einari samkomu uttan fyri Kiev tann 5. septembur í 2004.
Sambært teimum sveisisku læknunum, sum kannaðu ukrainska forsetan, var talan um nøkur fá milligram av dioxini, og tað var nóg mikið til at avskepla andlitið.